PODAS-toymi til Íslands
Í gjár, 2. páskadag, fór eitt PODAS-toymi við Norrønu til Íslands. Tey eru 8 fólk og skulu eftir ætlan vitja og virka á Eysturlandinum í 8 dagar.
Á ferðini skipar toymið fyri sangløtu og andakt umborð á Norrønu.
Komin til Íslands fara tey at vitja eldrasambýli, hava møtir í fleiri kirkjum har um vegir, bønarmøti, vitja fólk v.m.
Umframt at vitja á Seyðisfirði, vitja tey eisini Egilstaðir, Eskifjørð, Seyðrisfjør, Fáskrúðsfjørð, Vopnafjørð og Neskaupstaðir.
Alt hetta verður gjørt í góðum samstarvi við kirkjuna og prestarnar á staðnum.
Føroyingurin, Helgi Joensen, sum býr Íslandi, verður við á ferðini og tulkar, tá ið tað er neyðugt.
PODAS hevur í nøkur ár skipað fyri toymisferðum til Íslands, og hava vit verið sera væl móttikin.
PODAS heitir á fólk um at biðja fyri toyminum, Íslandi og samstarvinum, sum føroyingar hava við íslendingar.
-----------
PODAS er felagsskapur, hvørs missión er at byggja upp Guds kirkju um allan heim við at gera Jesusi lærusveinar, sum fylgja og tæna honum, inntil hann kemur, og at byrja heima.
Visjónin er, at síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.