Skriva út
PODAS-skúli: Vesturkirkjan er annað enn bert gudstænastur
02.12.2014 Tíðindi
Hesi seinastu árini hava fleiri bíbliuáhugaðir føroyingar gingið til undirvísing hjá PODAS á ymiskum støðum kring oyggjarnar.
PODAS er ein stytting av (Plan of Discipleship and Service), og er at meta sum ein lærusveinaskúli fyri øll, ið vilja vita meiri um kristnu trúnna.
Eitt av hesum støðunum, har undirvíst verður, er Vesturkirkjan í Havn, her høli eru til slíkan skúla í kirkjukjallaranum.
Sum skilst eru hølini, ið millum annað verða brúkt til undirvísing av konfirmantum, væl egnað til slíka undirvísing.
- Vit taka fram nógvar av grundleggjandi spurningunum í teirri kristnu trúnni, sigur Derhard Jógvansson, sum er prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi – og herundir eisini við Vesturkirkjuna.
Millum teir mongu áhugaverdu spurningarnar finnast slíkir sum til dømis: ”Er kristindómurin viðkomandi?” og ein annar um Jesus - hvør er hann og hví mátti hann doyggja?
- Tað góða og áhugaverda við tímunum er, at næmingarnir ikki halda seg aftur við at seta spurningar, sigur prestur.
14 TIL 46
Her í kjallaranum í Vesturkirkjuni savnast tey í PODAS Zero eina ferð um vikuna – hvørt týskvøld.
Til ber eisini at fara víðari í undirvísingini, um ein kann siga tað so. Møguleiki er nevniliga at taka næsta stig eftir sama leisti.
Hesin fyrsti árgangurin av PODAS Zero næmingum byrjaði beint eftir heystfrítíðina, og fara tey at halda fram til mars mánað komandi ár.
Flokkurin telur 15 næmingar, har tann yngsti er 14 ár og tann elsti 46.
Tveir undirvísarar eru: Fyrru hálvuna undirvísir Derhard Jógvansson, og í seinni hálvu er tað Sverri Steinhólm sum stendur fyri undirvísingini.
Sum skilst fáa næmingarnir nógv við hesar tímarnar á skúlabeinki.
- Ja, næmingarnir eru sera glaðir fyri skúlan, og eru haraftrat sera virknir í undirvísingini, leggur Derhard aftrat.
Eftir ætlan verður PODAS Zero boðið aftur í heyst bæði í Vesturkirkjuni og aðrastaðni í Føroyum.
Eftir Snorra Brend
Onnur tíðindi