Skriva út

PODAS EKKLESIAS - kristni skúlin hevur virkað í Føroyum og Danmark í 10 ár

18.09.2018 Tíðindi
PODAS EKKLESIAS - kristni skúlin hevur virkað í Føroyum og Danmark í 10 ár

Podas fyri øll:

Ynskir tú stutt og greitt at vita nakað um tað grundleggjandi í kristnu trúnni, so er PODAS kanska nakað fyri teg - Vælkomin til spennandi skúla um kristindóm!
 
Nú verður farið undir ein skúla fyri øll í 3 mánaðir við undirvísing á 2 tímar um vikuna.
Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúgv okkara.

Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias hevur longu virkað í Føroyum og í Danmark í 10 ár.
Podas merkir "føtur" á grikskum, og vilja vit læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir "kirkju". T.v.s.: "Kirkjuføtur".

Nøkur 100 menniskju í øllum aldri hava tikið lut - og kynsbýtið hevur verið javnt.

TILFAR
Skúlin nýtir tvær bøkur - heimskendu "Livsvigtige spørgsmål" eftir Nicky Gumbel og týtt føroyskt tilfar, sum knýtir til Lítlu katekismus eftir Luther.

TILMELDING & LUTTØKUGJALD

Send teldupost til Berg D. Joensen, sóknarprest, bergur(at)kirkjan.fo.
Upplýs fult navn, starv, føðingardag, fartelefonnr. og teldupostadressu.

LUTTØKUGJALD - fyri bøkur o.a. Kr. 650,-


Er hetta júst nakað fyri teg, so er melda til beinanvegin - gott við skjótari tilmelding!

Eru spurningar: Ver vælkomin at seta tykkum í samband við Berg D. Joensen ella leiðararnar. 


Podas 1 lærusveinaskúlin:

Ynskir tú at vita meira um kristnu trúnna og at fylgja Jesusi sum Harra og Frelsara, so er PODAS lærusveinaskúlin kanska nakað fyri teg - Vælkomin til PODAS lærusveinaskúlan!
Hetta skúlaárið er tað fyrsta av trimum, sum ein kann taka. Ein kann velja bara hetta fyrsta árið.
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna frá september 2018 til apríl 2019.

Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúgv okkara.
Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias hevur longu virkað í Føroyum og í Danmark í 10 ár.

Podas merkir "føtur" á grikskum og vilja vit læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir "kirkju". T.v.s. "Kirkjuføtur".
Nøkur 100 menniskju í øllum aldri hava tikið lut - og kynsbýtið hevur verið javnt.

Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.
Innihaldið: Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.

Visjónin hjá PODAS: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

TILMELDING & LUTTØKUGJALD
Send teldupost til Berg D. Joensen, sóknarprest, bergur(at)kirkjan.fo
Upplýs fult navn, starv, føðingardag, fartelefonnr. og teldupostadressu.

LUTTØKUGJALD - fyri bøkur o.a. Kr. 2.500 fyri einstaklingar og kr. 3.500 fyri pør.


Vit geva avsláttur um ynskiligt, og til bera at gjalda í pørtum.

Er hetta júst nakað fyri teg, so er at melda til beinanvegin - gott við skjótari tilmelding!

Eru spurningar: Ver vælkomin at seta tykkum í samband við Berg D. Joensen ella leiðararnar.
 
Tilmelding her: