Plastiknátar
Tá eg var barn, tá súkklaðu vit ikki í hjálmi. Tá tað var kavi og hált í brekkuni, so hildu vit fast í bilunum niðan gjøgnum brekkuna. Tey vaksnu og ungu royktu, bæði inni og í bilunum. Fleiri fingu Ronson tendrarar í konfirmatiónsgávu. Veggirnir í húsunum vóru úr bleytum plátum. Um maturin var grønur ella vistfrøðiligur ánaði ongin. Vit ótu nógva grind og nógvan fisk, og frukt og grønmeti var ikki í stórum mongdum, sum í dag.
Vit spældu, har vit vildu. Ongin fartelefon. Mammurnar róptu: ”Kom inn, nú eta vit!” Um vit vóru í Vágsbotni ella úti við Strond vistu tey vaksnu ikki. Mann skuldi sita stillur og eta, tí foreldrini lurtaðu eftir útvarpinum, og alt, sum varð sagt í lurtinum, mintist mann. Tyggigummi, sum vit í dag vita, hevur eina sera langa niðurbrótingartíð, tóku vit upp av vegnum og tugdu víðari. Ís fingu vit bert í summarhálvuni.
Vit lógu drønandi sjúk við meslingum og fárasjúku. Eina ferð um árið fóru vit til Landslæknan, sum bað okkum hosta og mátaði okkum, og vit fingu “heftiplástur”, tí øll høvdu vit hoyrt søgur um fólk, sum vóru deyð av tuberklum. Vit fóru einsamøll til tannlæknan og hóast hann leikaði í, so var tað ikki nakað, sum mann segði við foreldrini, tá mann var komin heim.
Sunnudag var stilt, kvirt, vit fóru í kirkju og sótu sama stað hvønn sunnudag. Sunnudagsdøgverði og dessert omaná. Og so byrjaði vikan aftur.
Haldi als ikki, at alt var betri fyrr, tí tíðin vit liva júst nú, er so avgjørt tann optimala. Men eftir fáum árum, er nógv broytt. Fyrr var heimurin nógv minni. Vit ferðaðust millum skúla og grannaløg, onkur fór av landinum ella út á bygd at ferðast.
Óttaðust vit? Ja, um vit komu at bróta eitt vindeyga ella svaraðu aftur ella koyrdu við ólógligum prutli. Í dag hava vit telefonir við kamera, sum kann avmynda alt og øll.
Tannlæknin hevði ikki kunnað verið ólátaður í dag, tí eg hevði kunnað tikið mynd av honum og skjalprógvað alt, sum hann segði. Foreldrini fáa fatur á tær alla staðni. Tú hevur onki privat stað longur, tí tú verður altíð funnin, og tey gomlu fáa eitt chip í jakkan, so tey ikki hvørva.
Allur heimurin er okkara trupulleiki í dag ! Tíðindastreymurin er øgiligur og vit hoyra um Myanmar og Brexit og taka støðu til og frá, men fáa onki gjørt við tað. Fyrr leitaði mann í Focus ella spurdi tey vaksnu. Í dag googla vit tað og sita einsamøll við vitanini.
Vit búgva í heitum húsum, og alt er E-merkt hjá okkum. Vit eru grøn og vistfrøðilig, og vit fáa allar vitaminir og vit virðismeta tey, sum megna at hava eitt toluligt BMI. Vit fara í hernað móti happing og øllum ágangi og Guð havi lov fyri tað!
Men er tað sorgleysa nú ein stúran og ótti í dag?
Óttast vit, tá vit hoyra um amerikanskan forseta, sum vit vænta kann finna uppá hvat sum helst, og sum svarar aftur til alt, at hatta er bara “fake news.” Onki er, sum tú heldur tað vera. Hvat er satt og ikki ? Etisk virði verða snaraði og vend á høvdið og tað sum var, er ikki longur. Orðafellið at “onki nýtt er gott nýtt” hevur ongan týdning í dag.
Annað er veðurlagið. Har vit áður sótu hugagóð og lurtaðu eftir, hvat Hann segði um veðrið, so eru veðurtíðindi í dag nakað ófrættakent. Sagt verður, at vit í okkara fyrilitaleysi oyðsli og grammleika hava ørkymlað vistfrøðiligu skipanina, so nátin er so fullur av plastikki, sum ein lego pakki, hvalurin er fullur av plastikposum, ísfjøllini smokka saman og høvuðsstaðir verða yvirfloymdir. Sólin, sum í síni góðsku hevur hitað mangt kroppskinni, hitar nú so fyrilitarleysa heitt og leingi, so bæði korn og menniskju biðja um náði.
Hvat siga vit? Er tað nemesis? Menniskjan fekk skapanarverkið latið upp í hendur, men lagt var afturat, at hon skuldi fara væl um. Har vit hildu, at vit kundu gera, sum okkum lysti, tí vit vita best, har venar náttúran seg nú og svarar aftur.
Tí, vit eiga onki – alt er til láns eina tíð.
Prædikarin sigur, at onki nýtt er undir sólini, og hvør tíð hevur sítt. Hvør veit, kanska fara vit at læra at gloyma fartelefonina nakrar tímar hvønn dag, fáa plastikkið burtur úr húsarhaldinum, gagnnýta alt betri, liva við ábyrgd, gloyma okkum sjálvi eitt sindur og fara at hugsa meiri um skapanarverkið, sum vit skulu handa yvir til komandi ættarlið, fara at virðismeta friðin aftur, løtuna og tá, hvør veit… kanska koma vanligu árstíðirnar aftur, kanska finna vit tráðin aftur og Guð...?