Skriva út
Pietismunnar og jólanna mæta sálmaskald
09.12.2014 Tíðindi
Tveyhundrað og fimmti ár síðan H. A. Brorson doyði
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í føroyskari týðing eru í Sálmabók Føroya kirkju 27 sálmar eftir danska sálmaskaldið, biskupin Hans Adolf Brorson. Flestu týðingarnar eru eftir upprunayrkingum, nakrar eftir sálmum, Brorson hevur flutt til danskt úr týskum máli.
Vit skulu her bert nerta við tveir jólasálmar, »Hin vænasta rósan er funnin« og í »Hesi sælu jólatíð«. Í fyrra førinum er týðarin ókendur, í seinna er talan um Jákup Dahl. Í ár eru liðin 250 ár síðan Brorson doyði.
Brorson var nógv ávirkaður av pietismuni. Hetta var vekingarrørsla, sum hevði uppruna í Týsklandi í 17. øld. Pietisma = lat. ‘pietas’, frómleiki. Rørslan miðaði eftir inniligleika, kenslur í trúnni og avnoktan av tí verðsliga.
Danskar sálmabøkur komu til Føroya eftir lutherska siðaskiftið uml. 1540. Tann sálmabókin, ið longst hevur verið brúkt í Føroyum – summastaðni inn í 20. øld – er sálmabók Kingos frá 1699. Tvey hundrað ár seinni – í 1899 – kom fyrsta savnið við føroyskum sálmum út í bókini »Smásangir og sálmar«. Føroysk kirkjusálmabók kom út í 1956.
Føroyskir sálmar eru ávirkaðir av donskum og norskum sálmaskaldum: Kingo og Petter Dass, ið yrktu stórabæra sálmatíðarskeiðið í norðurlendskum skaldskapi, barokkini í 17. øld; Brorson, sum yrkti í pietismuni í 18. øld, og romantikaranum Grundtvig í 19. øld.
Tveir av fyrstu sálmayrkjarum okkara eru Fríðrikur Petersen og Jóannes Patursson. Aðrir eru Símun av Skarði, Jákup Dahl og Mikkjal á Ryggi. Í fríkirkjuni var Victor Danielsen sera virkin, bæði sum upprunayrkjari og týðari (mest úr enskum).
Hin vænasta rósan
Hans Adolf Brorson var suðurjúti, føddur í Randrup 20. juni 1694. Har var hann fyrst prestur í átta ár, síðan prestur i Tønder onnur átta ár. Árini 1736-1741 var hann stiftspróstur í Ribe, og frá 1741 til hann doyði 3. juni 1764 biskupur í Ribe.
Sum nevnt livdi hann í teirri tíðini, tá ið tann pietistiska rørslan var í hæddini í Týsklandi og breiddi seg sum ein sterk kristilig veking norður um suðurjútska markið til Danmarkar.
Sum so mangar aðrar staðir var kirkjulívið í Danmark steðgað upp í einum kristindómi, sum knýtti seg nógv til vitskapin. Hin einstaki var sleptur upp á fjall, og hetta vildu pietistarnir bøta um við veking og umsorgan.
Í dagliga lívinum skuldi trúarlívið síggjast aftur, við Jesusi í fylgi. Eitt syndugt, verðsligt lív áttu trúgvandi í Kristusi at avnokta og sýna offurvilja at boða Kristi evangelium millum manna.
Og í prædikum og sálmum Brorsons kennist hesin andi pietismunnar týðiliga aftur. Upprunaliga orsøkin til, at Brorson fór at yrkja, var, at í Suðurjútlandi var siður at lata børnini um jóltíðir ganga um bygdarløgini og syngja týskar sálmar í túninum uttanfyri hjá fólki, og so eisini tað, at hóast hann prædikaði á donskum í kirkjuni, so sang kirkjufólkið á týskum, tí eingir danskir sálmar vóru.
Hesum troti vildi Brorson fáa skil á.
Mest sum í skundi fór Brorson at yrkja nakrar sálmar, og til jólini 1732 gav hann út tíggju sálmar í einum hefti, »Nogle Jule-Psalmer«; tó ikki allir jólasálmar, men sjey teirra, sum enn teljast millum teir kendastu í Danmark – og hjá okkum í Føroyum við.
Sálmurin »Hin vænasta rósan er funnin« var prentaður í hesum hefti, sum millum jólasálmarnar er ein hin mest sungni. Fyrsta føroyska týðingin av hesum sálminum stendur í tíðarritinum »Búreisingi«, sum A. C. Evensen, prestur á Sandi, gav út í 1902. Týðarin er ikki nevndur, og tað hevur hann ikki heldur verið síðan í kirkjusálmabókum okkara síðan. Men onkur heldur, at tað væl kann vera Evensen sjálvur, ið týtt hevur.
Í sálminum er Jesus borin saman við ta reinu, óspiltu rósuna. Skaldið hevur myndina av rósuni úr Hásonginum í Gamla Testamenti (2,1): »Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum«.
Við frøi sær yrkjarin hesa reinu rósuna – Jesus – koma og vera saman við teimum spiltu rósunum, ið hann líknar falnu menniskjuna við.
Yrkjarin veit ráðini at bjarga eini skaddari rósu, og tað er at gróðurseta ein sprota av óspiltu rósuni í ta illa farnu, so hon kemur fyri seg aftur og livir. Hetta er tann mest umráðandi gerningurin – at Jesus við undurverki sínum trínur inn í lívið hjá tí einstaka og gevur frelsu og lív.
Sálmurin er eisini ein vekingarsálmur, sermerktur fyri Brorson, tí skaldskapur hansara er dæmdur av veking og umvending við einum inniligum, troystandi kærleikstóna:
Lat verøld meg háða og aga,
lat tornarnar stinga og naga,
lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.
Í hesi sælu jólatíð
Á døgum Brorsons var í Danmark eitt serstakt stuttleikalív um jóltíðir – ein verðslig jólafest, nevnd ‘Jólastova’. Hesar veitslur við jóladøgurða vórðu hildnar í stórustovu á bóndagørðunum, so at nógv fólk slapp inn, og hálmur stroyddur á gólvið, so tey, ið trongdu til hvílu, kundu leggja seg.
Men hesar jólastovur høvdu mangan við sær ólevnað við nógvum drykkjuskapi, ið elvdi til ymsar ólukkur, rán og dráp. Og lukkutíð vóru tey mong, ið sóu tað ósømiliga og skilaleysa í at halda jól á slíkan hátt, og Brorson, sum var prestur í Tønder, harmaðist eisini. Til jóla 1732 gav hann út nevnda hefti við sjey jólasálmum.
Tann fyrsti jólasálmurin í hesum hefti er »Bort, verdens juleglæde« og er eitt beinleiðis álop á jólastovuhaldið, sum hann heitir á fólk um at halda uppat við og heldur gleðast um náði Guds í Jesusi Kristi.
Annar sálmurin í hesum heftinum hjá Brorson er »I denne søde juletid tør man sig ret fornøje«, sum Jákup Dahl, próstur, týddi í 1927, »Í hesi sælu jólatíð vit glað øll skulu vera«. Hesin sálmurin er ikki einans ein digur og reystur jólasálmur, men skarar sum sálmur framúr í síni heild.
So bergtikin, Brorson er av náði Krists, eigur takkarsongurin ikki bert at ljóða um allan heim, men ljóma við so miklum mátti, at foldin skal ganga kyk og helheimur skal ógvast við.
Í triðja ørindi samanber Brorson frelsaran, sum borin var í heim, við sáttmálaørkina, ið flutt var úr Silo til herbúðirnar hjá ísraelsmonnum, so at teir kundu vinna sigur á fíggindanum:
Ein lovsong vit frambera tá,
um fátt vit kunnu bjóða,
hosianna og halleluja
skal allar staðir ljóða;
Guðs ørk er send í váran her,
tí syngja vit um sigursferð,
har áður vón var eingin;
vit syngja um hin sæla frið,
so helviti skal ógvast við
at hoyra einglasongin.
Í sætta ørindi tekur skaldið við tey, sum hava sorg og trega. Hetta sama árið, Brorson gav út jólasálmar sínar, doyði móðir hansara, og elsti sonur hansara var fongdur av eini ólekjandi sjúku. Við hesum royndu lutum í huga yrkir hann:
Og syrgin hjørtu skilja best,
hvat henda stóra fagnarfest
av gleði letur bjóða.
Sjeynda og síðsta ørindið var ikki við í sálminum í fyrstuni. Brorson skoytti tað uppí seinni til tess at leggja dent á, at uttan mun hvussu illa veit við hjá okkum mannabørnum, so eigur gleðin um Guds son at bera okkum vónina um, at tá dagar okkara her á fold eru taldir, fara vit við honum inn í ríki Guds:
Halleluja, nú endað stríð,
hvør er tann, sum nú klagar!
Hvør gongur stúrin sorgum í
nú hesar sælu dagar!
Guðs kirkjufólk, syng hátt í ský:
Halleluja, vár gleði ný
er sæl, so ei finst líki!
Halleluja, halleluja!
Guðs son eg á, eg fari herfrá
við honum til Guðs ríki!
Onnur tíðindi