Skriva út

Paulina Eliasen greiðir frá um kirkjuklæði í Norðurlandahúsinum

25.10.2017 Tíðindi
Paulina Eliasen greiðir frá um kirkjuklæði í Norðurlandahúsinum

Í dag mikudagin 25. oktober og fríggjadagin 27. oktober kl.16.00-17.00 greiðir Paulina Eliasen frá í Kringluni í Norðurlandahúsinum, hvussu kirkjuklæði verða virkað. Eisini verður kunnað um nýggju bókina “Føroysk kirkjuklæði”.

Í 2012 var ein stór framsýning av kirkjuklæðum í føroysku kirkjunum í Hoyvíkar kirkju. Á framsýningini í Norðurlandahúsinum er eitt úrval av altardúkum, messuaklum og tær tríggjar biskupskápurnar. Tilfarið frá 2012 er nú savnað í bók, sum Paulina Eliasen, lærari á Húsarahaldsskúla Føroya og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík hevur lagt til rættis. Bókin kemur út til jóla. Eisini er ein serlig framsýning av motivinum, Jerikorósan, sum m.a. er at finna í tí elstu biskupskápuni hjá Føroya biskupi.

Møguleiki er at seta seg fyri bókina fyri serkostnað.
Stað: Norðurlandahúsið – Kringlan.