Skriva út

Patrick fekk ”ta lítlu Bíbliuna” frá sínum presti

08.07.2022 Tíðindi
Patrick 1
Eg havi upplivað, at ein drongur fekk sama ørindi sum pápi hansara, greiðir Patrick de Neegaard frá (Mynd: kvf.fo).

Ymiskar mannagongdir eru, tá prestur skal velja eitt ørindi til tann einstaka konfirmantin. Og munur er eisini á, hvussu sjálv konfirmasjónin fer fram. Hetta upplivdi Sólrun Michelsen í Havn, tá hon stóð á kirkjugólvinum frammanfyri presti.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

KONFIRMASJÓN 3/4: - Eg biði altíð eina bøn, og taki síðani ørindið fram, sigur Patrick de Neergaard, sóknarprestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi við heimstaði í Vági.

Í tveimum undanfarnum greinum hava vit nortið við ørindini, sum nakrir konfirmantar fingu til tann stóra dagin, tá tey játtaðu sína dópstrúgv í kirkjuni.

Hesaferð fær Patrick sama spurning um, hvørja mannagongd hann hevur, tá avgerast skal hvat ørindi, ið tann einstaki konfirmanturin skal hava.

Sjálvur fekk hann tað sera kenda ørindið – Jóhannes 3,16, ofta nevnt ”tann lítla Bíblian” - í síni tíð. Og enn í dag er hann góður við hetta annars so vælskrivaða evangeliið.

Men tá talan er um konfirmantar hansara í sunnaru helvt av Suðuroynni, hevur hann ein lista við ymiskum ørindum, sum hann kann velja millum.

- Eg plagi at seta hesi ørindini upp í ymiskar raðfylgjur. Eg taki so nøvnini á konfirmantunum fram, og seti tey síðani saman eitt og eitt við ørindini, greiðir hann frá. Og hann hevur eisini upplivað, at ørindini hóskaðu væl til tann einstaka konfirmantin:

- Eg havi enntá upplivað, at ein drongur fekk sama ørindi sum pápi hansara, og at ein genta fekk eitt ørindi, sum hóskaði júst til hennara navn.

- Ja, leggur hann brosandi aftrat: - Hetta er sum tikið úr Orðatøkum Sálomons, har hann í seinasta ørindinum í 16. kapitli sigur soleiðis: ”Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum”.

Ørindið hjá tí einstaka konfirmantinum verður síðani skrivað í bókina, sum hann fær sum gávu frá presti.

Í dag eru flestu ørindini tikin úr Bíbliuni. Men í ávísum førum var eitt sálmaørindi brúkt, eins og Brimnes prestur á Eiði her hevur gjørt.

HONDSKRIVAÐ HEILSAN
Sum áður nevnt hava slík ørindi sína ávirkan á tann unga konfirmantin, og somuleiðis fylgir tað honum seinni í lívinum.

Ein teirra, sum kann skriva undir hetta, er Jensina Simonsen í Saltangará, sum varð konfirmerað tann 15. oktober 1972 í Havnar kirkju.

Henda dagin gav Kjartan Mørkøre, prestur henni eitt vælkent ørindi úr evangeli'inum eftir Jóhannes – kapittul 11 og ørindi 28: ”Meistarin er her og rópar teg”.

- Eg tók hetta orðið til mín persónliga. Og eg segði í roynd og veru ja, bæði við munninum og hjartanum, greiðir hon frá.

Ein onnur kvinna, Morid Johannesen í Lamba, fekk sítt konfirmantaørindi frá Høgna Poulsen, tá hon var konfirmerað í Vesturkirkjuni í oktober 1979. Ørindið var úr 2. Korintarbrævi 16,16: ”Eg skal búgva hjá teimum og ganga ímillum teirra, og eg skal vera Guð teirra, og tey skulu vera fólk mítt”.

- Hetta eru troystarrík orð, sum eg ofta eri vend aftur til. Jú, Gud er góður, og hann heldur síni lyfti, sigur Morid Johannesen.

Vit taka eisini ta triðju kvinnuna við, Rannvá Royðutoft á Strondum. Hon fekk sítt ørindi frá Johannes Follend, sóknarpresti tann 4. oktober í 1970 í Rituvíkar kirkju. Ørindið var úr 2. Timoteusbrævi 2,8, har Paulus skrivar: ”Minst til Jesus Kristus, risin upp frá deyðum, av Dávids ætt, samsvarandi gleðiboðskapi mínum”.

- Eg skilti ikki í fyrstuni, hví hann júst gav mær hetta ørindið. Og eg skilti heldur ikki, hvat tað merkti, tí tað var hondskrivað. Men seinni bleiv eg sera glað fyri tað.

- Hetta, at minnast Jesu deyða og uppreisn, er tann størsta áminningin, ið ein kann fáa. Tí bleiv eg serliga glað fyri tað, og hetta betýðir almikið fyri meg enn tann dag í dag, sigur Rannvá Royðutoft.

Prestur tekur ikki bara eitt tilvildarligt ørindi úr eini skál, tá konfirmasjónin skal vera. Nei, tey verða vald við umhugsan (Savnsmynd úr Vestmanna kirkju: Hilmar Jan Hansen).

HVUSSU BLANDAR MAN SEMENT?
Vit enda hesa greinarøðina við eini stuttligari søgu, sum Sólrun Michelsen í Havn upplivdi, tá hon gekk til prest.

Ørindið, ið hon fekk frá Kristian Osvald Viderø, presti var úr Jóhannes kapittul 14, ørindi 26: ”Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum”.

Tá í tíðini gekk prestur ofta runt á kirkjugólvinum, tosaði við konfirmantarnar og spurdi teir onkrar spurningar. Soleiðis var eisini hjá Sólrun, sum minnist soleiðis aftur á henda dagin:

- Eg segði fyrsta ørindi av sálminum ”Gud, tú tín akur mást signa og verja”. Tað var so tað. Men verri var, tá eg fekk ein púra óvæntaðan spurning frá Viderø, har mitt á kirkjugólvinum. Hann spurdi meg: ”Tú, Sólrun, hvussu blandar man sement?”.

- Eg minnist bara, hvussu flovisligt tað var, tí fólk høvdu hug at flenna eftir støðuni. Men konfirmerað, - tað bleiv eg so!

- - - -

Hetta er triðja greinin í røðini um ørindini, sum prestur gevur konfirmantinum. Hinar greinarnar hava staðið her á heimsíðuni 27. mai og 25. juni. Ætlanin var upprunaliga bert at hava tríggjar, men tilfarið var ov rúgvusmikið, so ein seinasta grein kemur aftrat. Í hesi fjórðu greinini fær Anne Mette Greve Klemensen orðið, eins og vit greiða frá nøkrum av teimum ørindunum, sum konfirmantarnir hava fingið.