Skriva út

Pastor Emeritus

13.06.2013 Tíðindi
Pastor Emeritus (1)

Fráfarnir prestar í Føroyum

Í DAG: Niels Pauli Danielsen

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í 1962 fara Kirkjutíðindi undir eina greinarøð, ið nevnist »Hvar fóru teir?« Her siga prestar, sum hava verið í tænastu í Føroyum, men sum eru fluttir av landinum, frá tí, teir nú takast við – antin sum virkandi ella fráfarnir prestar; »pastor emeritus«.
Nakrir føroyingar, sum høvdu verið prestar í Føroyum, fóru eftir einum áramáli aftur til Danmarkar, har teir høvdu lisið gudfrøði. Ein teirra var elduvíkingurin Salomon J. Joensen (1916-1991), sum í Torup í mars 1962 leggur fyri við at siga frá sínum prestagerningi í Danmark. Eftir at hava verið prestur í Øse-Næsbjerg í Jútlandi undir seinna heimsbardaga, tók hann við kalli í Nes prestagjaldi í Eysturoy í 1946. Í 1958 flutti hann til Danmarkar, men kom í 1973 aftur til Føroya og tók við kalli í Norðuroya eystara prestagjaldi. Hann legði frá sær í 1981 og flutti til heimbygdina Elduvík at búgva.
Vit ætla her á heimasíðu fólkakirkjunnar at taka henda táttin upp og hitta fráfarnar føroyskar prestar – annaðhvørt teir búgva her á landi ella uttanlands. Hvussu reglulig, vit vera við hesum tilfari, er enn ilt at siga, men vit leggja í dag fyri við Niels Paula Danielsen, sum hevur verið prestur á Viðareiði, á Gjarnesi og í Klaksvík. Hann býr nú í Havn og er 74 ára gamal.

– Hvar og nær ert tú føddur, uppvaksin og gingið í (barna)skúla?

– Føddur á Suðuroyar sjúkrahúsi á Tvøroyri hin 6. desembur 1938. Uppvaksin á Krosslið suðuri í Vági og gingið í barnaskúla í Vági og í Fámjin.

– Eitt sindur um ættina (foreldur, ommur, abbar osfr.)

– Sonur Hilmars á Teigum (Danielsen) og Elsu Midjord.
Uppkallaður eftir abbanum, Niels Paula á Teigum (Danielsen) í Fámjin. Faðirættin hevur búð á Teigum í nógv ættarlið og segðist stava frá Jansaguttunum, og høvdu abbin og teir bát, sum bar navnið »Jansin«. Hetta vóru festibøndir. Annars er ættarsamband til bóndahús í Øravík, Hov og Sumba, haðan omman var ættað; elsta dóttir gomlustovubóndans (Dánjal Petur). Móðir abbans var eisini úr Sumba ‒ Maria Hammershøi uttan Geil á Hamri ‒ og skuldi vera tiltikin vøkur, meðan langabbin skuldi vera heldur misháttur. Hon var av fátækum fólki, og hann einkarsonur bóndans. Móðir hansara, Marin á Teigum, einkja, var sambært Siglingarsøguni hjá Pálli Nolsøe hon, sum steðgaði adressu, ið var í gongd móti Mortensen á Tvøroyri um at krevja hægri avkast tað fyrsta árið, hann fór undir virksemi sítt. Hon vildi ikki skriva undir, tí at hon fekk ta rentu, sum henni varð játtað, og adressan datt burtur, tá ið hon vildi ikki vera við í mótmælinum. Tað var eisini skyldskapur.
Móðurættin er av Marknoyri í Vági. Abbin æt Palli á Øgrum ‒ Hans Pauli Midjord, sonur Niels, ið aftur var sonur táttayrkjarans Pól Jóhs. á Øgrum. ‒ Omman æt Marin Kristina Splidt av Nesi í Vági. Omman og abbin á Marknoyri vóru systkinabørn og stava frá fyrsta niðursetumanni í Lopra, ið kom úr Bramhúsi í Sumba, Andreas ella Andras. Sonur hansara, Niklas í Bramhúsi, og konan doyðu út frá ommudóttrini, Marin Kristinu á Marknoyri.

– Hvar hevur tú gingið í framhaldsskúla (real/preliminer?) og hvar hevur tú gingið í studentarskúla og nær tók tú prógv?

– Preliminerprógv tók eg í Vágs skúla apríl 1955 og gamalt-málsligt studentsprógv eftir tvey ára lestur á Rønde Kursus summarið 1958.

– Nær fór tú undir at lesa gudfrøði og hvar?

– Tað var í 1959, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, eftir at hava arbeitt sild, róð út og verið læraravikarur eitt ár í Klaksvík og Fámjin.

– Hví fór tú at lesa gudfrøði?

– Tí eg vildi verða prestur. Foreldrini vóru heimamissjónsfólk. Abbin á Teigum í Fámjin gamal kirkjumaður, ið hvørt kvøld og hvønn morgun bað langar bønir á donskum. Svav onkuntíð hjá honum.

– Nær tók tú gudfrøðiprógv og hvar ert tú prestvígdur?

– Eg tók gudfrøðiligt embætisprógv í 1968 og varð prestvígdur í Havnar kirkju. Tað var Jákup Joensen, varabiskupur, ið vígdi meg sum tann næsta í Føroyum í nýggjari tíð. Kjartan Mørkøre var tann fyrsti. Tað seinkaði lesturin, at eg tey fyrstu trý árini var nevndarlimur ‒ skrivari, kassameistari og formaður ‒ í føroyska studentafelagnum umframt stovnari og fyrsti formaður í Tjóðveldisfelagnum í Keypmannahavn. Vit vóru tríggir føroyingar, sum tóku gudfrøðiprógv í Keypmannahavn samstundis í 1968 ‒ Hans J. Joensen, Bjarni Bæk og eg. Teir báðir fyrru fóru fyrst í starv í Keypmannahavn, meðan eg fór heim í tað einasta leysa embætið tá, á Viðareiði eftir K. O. Viderø, sum var farin til Hvalbiar.

– Hvørjum prestagjaldum hevur tú havt embæti, og hvussu leingi hevur tú verið í hvørjum prestagjaldi?

– Norðoya eystara prestagjaldi í fimm ár (1968-1973), Sjóvar prestagjaldi í seks ár(1973-1979); fyrsta árið sum residerandi kapellanur í Nes prestagjaldi við tænastu eisini í Fuglafjarðar prestagjaldi og bústaði á Gjaranesi; og Norðoya vestara prestagjald í 30 ár (1979-2009) við farloyvi frá 1. februar 1985 til 1. mai 1988 tá eg var landsstýrismaður í almanna- og kommunumálum og løgtingsmaður frá 8. novembur 1988 til 7. juli 1994.

– Hvør er besta presttíðin hjá tær?

– Árini í Sjóvar prestagjaldi.

– Umframt prestagerningin hevur tú eisini verið uppi í politikki (kommunu-, landsstýris- og løgtingslimur) og tú hevur eisini verið uppi í vinnulívi. Er tað vanligt fyri prestar?

– Tað var ikki óvanligt fyrr. Annars hava nógvir prestar mína tíð havt undirvísingartímar umframt prestarbeiði bæði í fólkaskúlanum, HF og studentaskúla. Tað havi eg ikki gjørt nógv av.

– Hvørji frítíðarítriv hevur tú havt?

– Plagdi at vera á floti, spælt fótbólt og skrivað.

– Prestar eru bókamenn – tiltikið er at lesa sum ein prestur – men hvørjar bøkur – umframt Halgubók og aðrar andligar – heldur tú mest av?

– Føgrum bókmentum og søgubókum, bæði persónssøgum og siðsøgum.

– Tú hevur familju. Hvaðan er konan, hvussu eitur hon og hvørja útbúgving hevur hon? Hvussu mong børn eiga tit? Abba- og ommubørn?

– Úr Klakksvík, móðurættin av Húsum, stjúkfaðirin hálvur dani. Konan eitur Elsebeth Kalsø Danielsen, f. Kalsø. Hon hevur realskúlaprógv úr Klaksvík. Eftir at synirnir vóru fluttir heimanífrá, var hon í trettan ár bókhaldari og leiðari á bensinsølustøð. Vit eiga tveir synir og sjey abba- og ommubørn.

– Umframt at hava loyst aðrar prestar av, tá teimum hevur borist frá, hvat tekst tú nú við sum fráfarin prestur?

– Skrivi andaktir og prædikur. Havi týtt onkrar bøkur. Granskað føroyska og norðurlendska kirkjusøgu. Talað á møtum og havt bíbliutímar hjá heimamissjónini. Hjálpt konuni í urtagarðinum. Hon fekk 1. virðisløn fyri vakran urtagarð tær báðu ferðirnar, hetta varð latið í Klakksvík, í 1984 og og 2005.

– Kunnu vit rokna við endurminningum, ættarsøgu e.tl.?

– Kanska ættarsøgu og kanska endurminningar.