Skriva út
Páskasálmarnir ljómaðu – eisini uttan urgu
04.04.2018 Tíðindi
KRINGVARPIÐ: Eins og á jólum, eru tað mong sum fegin vilja nýta eina páskahøgtíð sum ta júst farnu, til at savnast saman við familju og vinum í hugnaligari samveru. Onnur nýta eisini hesar dagarnar til at fara í kirkju í heimbygdini, ella har sum tey eru í páskafrí.
Tað eru tó ikki øllum beskorið at kunna fara til eina gudstænastu ella onnur andalig tiltøk um páskirnar, annaðhvørt orsøkin kann vera elli, likamligt brek, sjúka ella annað ið forðaði hesum.
Men í okkara landi tørva hesi fólkini ikki at kenna seg forsømd, tá talan er um ta andaligu føðina:
Aftur í ár hevði Kringvarpið nevniliga spent seg út við einum hópi av upptøkum og beinleiðis sending av gudstænastum úr ymiskum kirkjum, bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Hetta er ein tænasta, sum mong gera brúk av – og hóast tað neyvan altíð kemur upptøkufólkunum fyri oyra, er eingin ivi um, at mong eru sera fegin um allar hesar sendingarnar í lurti og á skíggja.
Nú kunnu tey sita í egnari stovu, kamari ella uppihaldsstovu og vera við í tí sum hendir í kirkjum og samkomum kring oyggjarnar.
VÆLKLØDD
Páskaskráin hjá sjónvarpinum var merkt av fleiri gudstænastum, sum til fulnar vístu ta breidd sum okkara fólkakirkja hevur.
Byrjað var skírisdag við eini gudstænastu í Vesturkirkjuni, har væl omanfyri 500 fólk mundu hava leitað sær í kirkjuna. Tað var týðiligt at síggja, at hetta var dagurin hjá teimum nýfermdu, sum henda dagin sluppu til altars á fyrsta sinni.
Vakurt var at síggja okkara vakra ungdóm í sínum vøkru og snøggu konfirmantaklæðum luttaka við hesa gudstænastuna í vælsettu kirkjuni.
Tað setti eisini sín serliga dám á gudstænastuna at barnadópur var á skránni – ikki bara eitt barn, men so mong sum fýra.
Tey sum hugdu væl eftir løgdu sjálvandi merki til, hvussu væl klæddir fleiri av gubbunum vóru, - í vøkrum føroyskum klæðum sitandi har á fremsta beinki í kirkjuni.
Langafríggjadag var sjónvarpsmanningin á Glyvrum og tók gudstænastuna upp, har boðskapurin um deyða Jesus á krossinum var boðaður.
YNDISLIGUR LAGVARIANTUR
Páskadag var eisini ein sermerkt gudstænasta á skránni. Tað er helst ikki so ofta, at fólk sleppa til eina gudstænastu, har ikki eitt einasta ljóðføri verður nýtt.
Henda dagin hevði sjónvarpið valt at senda eina gudstænastu úr Kirkjubøar kirkju, har tey ikki brúka urgu, men har forsangarar skipa sálmasangin. Jú, ein sermerkt gudstænasta.
Løtan bleiv ikki minni serstøk, tá sálmurin ”Sum ígjøgnum sorta skíggja” varð sungin einræddaður við yndisliga lagvariantinum eftir hoyvíkingin Olaf Mohr.
Lítil ivi man vera um, at hyggjarar kringvarpsins fegnaðust um at hoyra so vakran sang frambornan í hesi elstu kirkju okkara, og sum framvegis er í brúki.
Og 2. páskadag átti so kirkjuliðið í Árnafirði tørn at lata onnur fáa lut í, hvussu teirra gudstænasta ein slíkan dag er.
Umframt allar hesar upptøkurnar sendi útvarpið eisini beinleiðis gudstænastur úr Leirvík, Sørvági, Fríðrikskirkjuni á Toftum og úr Hoyvíkar kirkju. Og so má ein heldur ikki gloyma andaktirnar, góðu tónleikasendingarnar og annar páskaligt tilfar í Kringvarpinum.
TÍÐ, KREFTIR OG KILOMETRAR
Sum lagt er upp til omanfyri, so er altíð lættari at vera atfinningarsamur, enn at koma við rósi á røttum staði.
Hetta sama ger seg ikki minst galdandi, tá talan er um eitt alment kringvarp sum okkara.
Men lítil ivi man vera um, at soleiðis sum skráin í útvarpi og sjónvarpi var skrúvað saman á páskum, so var ríkiligt til av góðum andaligum sendingum at stytta sær stundir við.
Ein tøkk skal tí ljóða til øll tey mongu, sum seta bæði tíð, kreftir og kilometrar av til at fólk kring allar oyggjarnar kunnu vera við og síggja, tá Guds orð verður boðað á øðrum støðum.
Tað er eingin sjálvfylgja!
Orð: Snorri Brend
Mynd: KVF-upptøka úr Kirkjubøar kirkju
Onnur tíðindi