Skriva út

Partrolara í Guðs ríki / børnini.

25.08.2014 Tíðindi
Partrolara í Guðs ríki / børnini.

Í longri tíð og serliga tey seinru árini hava vit viðgjørt evnið “børnini og kirkjan”. Ymsastaðni í landinum er nakað ítøkiligt gjørt, aðrastaðni eru færri atlit tikin at børnunum.

Biskupur skrivaði á heimasíðu fólkakirkjunnar eina stutta grein við heitinum “rætt til góð barnaár”. Eyðvitað eru flest øll samd um hesa útsøgn, ið Blái Krossur nýtti sum slagorð um ólavsøkuna. Loyvdi mær at nýta somu orð og siga, at øll hava rætt til góð ár í fólkakirkjuni.

Onkur hevur viðmerkt og sagt, at tað er ivasamt, um fólkakirkjan í heila tikið ger nakað ella hevur nakað serstakt til børnini. Vit, ið hava ábyrgd av fólkakirkjuni í leiðslu ella sum staðbundin myndugleiki, mega tora at hoyra útsøgnina uttan við tað sama at fara í sjálvverju. Heldur sjálvrannsakandi enn í sjálvverju.

Gera vit nóg mikið fyri børnini so at skilja, at barnanna ynski og vilji verður tikin við í metingina, tá ið vit skipa fyri gudstænastum ella kirkjuligum átøkum? Er nakað fyri børnini? Og hvat er tað ítøkiliga, ið er fyri børnini?

At siga at øll gudstænastan er fyri børnini er einans ein hálvur sannleiki. Hvussu nógv skilja børnini av eini prædiku, ið bæði hevur hugflog, er lærd og málsliga væl orðað?

Hinvegin er tað eitt megnar kynstur, um vit sum prestar megna at halda fleiri prædikur um árið, ið fanga allar aldursbólkar. Vit kenna jú setningin, at hann er so einfaldur / hon er so einføld. Tað er mest fyri børn, og tað er ikki borðbært fyri vaksnum fólki!

Sannleikin er tykist mær, at kirkjan eigur at taka allar aldursbólkar í stórum álvara. Tað er neyðugt, at vit við hóskandi millumbilum hava gudstænastur í kirkjuni, ið serliga hava børnini sum málbólk. Evangeliið um Jesus sagt til børn á barnamáli, so tey lurta, fata og minnast bíbliusøguna, ið seinri nemur hábornar hæddir av hugsan, tá ið børnini sum vaksin minnast afturá løturnar í kirkjuni. Orðið um Jesus vaknar/virkar fyrr ella seinri, um tað væl at merkja er lisið ella hoyrt. Í skriftini eitur tað, at andin virkar í Guðs tíma.

Sunnudagsskúlin ger eitt gott arbeiði, og skilagott er at kirkjan gevur hesum arbeiði góðar sømdir og umstøður. Hugstoytt var at lesa í Trúboðanum og á Portal.fo, at barnatalið í sunnudagsskúlanum lækkar. Tað mega vit í felag taka sum eina andaliga avbjóðing.

Eisini sunnudagsskúlin má kenna tíðarrákið og tað nýggja mynstrið í samfelagnum. Ja, enntá klokkutíðin er broytt, um vit meta klokkutíðina í mun til løtuna, tá ið vit eta døgurða. Tað siðbundna samfelagið fyri 40 - 50 árum síðani er ikki til. Sunnudagurin er sum hvíludagur merktur av óteljandi tilboðum, ið bjóða mangt og hvat og møguliga økja um vandan fyri strongd.

Vit kunnu nýta eina gerandisliga mynd ein yrkadag. At hugsa sær veruleikan, at vit nú á døgum eta døgurða kl. 18. Tað var í mínum barnaárum bæði synd og skomm, um døgurðin ikki stóð á borðinum kl. 12,15 um útvarpstíð.

Eitt so einfalt fyribrigdi sum døgurðin ávirkar álvarsliga hugburðin til bæði felagslív, ítriv og virksemi. At halda ein fyrilestur kl. 18 ein yrkadag er tað sama sum at biðja fólkið sita heima. Tað sama ger seg galdandi ein sunnudag við øllum teimum tilboðum, ið sunnudagurin bjóðar, um vit ikki kenna rákið í tíðini og lívsmynstrið.

Í langa tíð hava vit havt eitt gott og gagnligt samstarv ímillum prestar/kirkjuráð og t.d. Heimamissiónina / Kirkjuliga Missiónsfelagi.

Biskupur vónar, at samstarvið heldur fram børnunum og Guðs ríki at gagni. Vit hava tørv á bæði størri og smærri eindum, men neyðugt er at samstarva. Einki menniskja og eingin bólkur eigur Guðs ríki einsamallur. Í eini og somu kirkju er samstarv lívsneyðugt, og misljóð órógvar úrslitið og heildarmyndina.

Í farnari tíð trolaði hvør einstakur trolari stakur. Í nýggjari tíð trola trolarar saman, ja enntá fleiri enn tveir eru í samdrátti, til tess at fevna breiðari, fáa størri nøgd og spara orku.

Í kirkjunnar evangeliska barnaarbeiði ræður um at náa so nógv børn sum gjørligt, so tey vælmannað hoyra orðið um Jesus. Burturav at fara aftur til smærri trolarar við minni orku er valla ráðiligt. Tað gongur eisini út yvir høvuðsmotorin, um tað altíð verður siglt við fullari orku.

Samstarv, tollyndi, bøn, forbøn og Kristus í miðum sæti. Tað er vegurin frameftir, ið førir upp til faðir ljósanna.

JF.