Skriva út

Pápi spurdi meg – og eg segði bara ókey

08.02.2023 Tíðindi
1 (25)
Theodor Askham Olsen hevur verið urguleikari í Árnafjarðar kirkju í 33 ár: - Tað eru nakrir eyka møguleikar, at eg bæði kann spæla eftir nótum og uttanat. Hevur eitt lag til dømis fleiri b (♭ ), ella kanska nakað nógv av kryssum (#), ja, so flyti eg bara ein tóna upp ella ein tóna niður. So verður tað lættari at spæla.

Kirkjulív í Árnafirði – grein 3 av 7: - Hóast vit ikki altíð eru so nógv í kirkju her, haldi eg, at fólkini syngja sera væl við, leggur Theodor aftrat.

Sum urguleikari er tað hansara uppgáva at leiða sálmasangin her í kirkjuni, og at finna tey røttu og vælsyngjandi løgini til hvønn einstakan sálm.
Sjálvur byrjaði hann at spæla fyri 33 árum síðani, ella rættari: 3. sunnudag í advent í 1990, tá hann loysti verandi urguleikaran av, sum var vorðin sjúkur.

Sum nevnt verður seinni í samrøðuni sleppur urguleikarin at velja sálmarnar, tá deknagudstænasta er. Og soleiðis var tað eisini í 1990.
- At byrja við vóru tað mest slíkir kendir sálmar, sum eg valdi til gudstænastuna. Og tað gekk eisini fínt, sigur Theodor.


Brillur, sálmabók og eitt heitt stykki at sita á – so kann gudstænastan bara byrja

Tað er tó serliga ein einstakur sálmur, sum honum hevur dámað sera væl. Tað er nummar 600 í ískoytinum ”Stór er tín trúfesti”.
- Hann velji eg altíð við ávísum millumbilum, sigur hann.

Við ella uttan nótar
Theodor er uppvaksin í Árnafirði, og hevur somuleiðis altíð gingið í kirkju her.

Pápi hansara, Hans Andrias Olsen var deknur um ta tíðina, tá táverandi urguleikarin, Arni Justinussen gjørdist sjúkur, og fekk sostatt ikki spælt.
- Tá pápi spurdi meg, um eg hevði hug at loysa av sum urguleikari onkutíð, svaraði eg, at tað var ókey. Og síðani havi eg altso spælt her, greiðir Theodor frá.

Theodor hevði annars gingið til spæl í kvøldskúlanum, tikið nøkur skeið hjá til dømis Meinhard Bjartalíð og Sámal Júst Ziska Dahl, og hevði soleiðis lært at spæla eftir nótum.

- Men, viðgongur Theodor. - Eg spældi kanska í meira lagi uttan nótar, so tað órógvaði meg eitt sindur, soleiðis at skula læra at spæla eftir nótum.


Theodor dugir at spæla eftir nótum, men følir seg tryggari, tá spælast skal eftir besiffringum

Summir tónleikarar duga mestsum bara at spæla eftir nótum, meðan onkur vil siga, at tað í roynd og veru er betri at læra seg eftir nótum fyrst, og síðani besiffringum ella akkordum. Tað er tó ójavnt, hvussu skjótt ið fólk megna at bróta kotuna, til tess at kunna lesa ein nóta á einum pappíri og síðani spæla hann á einum ljóðføri.

- Hví júst eg var biðin at loysa Arna av við urguna? Tja, tað er helst tí, at eg hevði spælt eitt sindur áðrenn, men tað var mest eftir besiffringum. Eg dugi at spæla eftir nótum, men føli meg hinvegin tryggari við besiffringunum, greiðir Theodor frá.

Ikki bara-bara
Trettanda sunnudag 2023 var lestur lisin í Árnafjarðar kirkju, har sungnir vóru íalt fýra sálmar.
Tá prestur ikki er her, er tað urguleikarin, ið velur dagsins sálmar. Men hetta, at velja sálmar til eina gudstænastu er ikki bara-bara, og tað veit Theodor eisini.

Tá ið ein hevur verið urguleikarin í meiri enn 30 ár, so er ein so líðandi komin inn í nógvar av sálmunum í sálmabókini. Haraftrat finst eitt yvirlit har afturi í bókini við uppskoti um sálmar til hvønn einasta sunnudag í kirkjuárinum.
- Eg brúki ofta hesi uppskotini í sálmabókini og tey uppskotini, sum finnast á øðrum staði á heimasíðuni hjá kirkjuni, greiðir hann frá.

Teksturin í dag var um, tá Jesus sum 12 ára gamal var í halgidóminum, og tá Theodor hugdi í áðurnevnda uppskoti, kom hann fram á fýra sálmar til henda Trettanda-dag. Og hesir vóru tí eisini teir, sum vóru sungnir undir gudstænastuni.

- Fólk eru sjálvandi altíð vælkomin at koma við onkrum uppskoti. Og tað kemur faktiskt meiri enn so fyri, at onkur spyr, um til ber at syngja ein ávísan sálm, sum hevur nógv at siga fyri viðkomandi, sigur Theodor, sum eisini hevur sum uppgávu at heingja sálmarnar upp á talvurnar.


Lítla bygdin við teirri lítlu kirkjuni – men kortini tí stórfingna útsýninum

Tað er ein vón
Henda sunnudagin í Árnafjarðar kirkju var urguleikarin møttur í góðari tíð.
Tá vit hittu hann til eitt prát, hevði hann longu sitið eina løtu og spælt sálmarnar – og serstaka preludi’ið – ígjøgnum nakrar ferðir. Sum preludium henda dagin hevði Theodor valt eitt vakurt lag eftir enska lovsangsleiðaran, Stuart Townsend. Á upprunamálinum kallast sangurin ”There is a hope”, og í føroyskari týðing ”Tað finst ein vón”.

Um ein hálvan tíma skuldi gudstænastan byrja, so tað var ein løta enn, til tær seinastu fyrireikingarnar.
- Eg spæli altíð sálmarnar ígjøgnum heima við hús áðrenn, og møti so her í góðari tíð til fínpussingina, greiðir hann frá. – Eg havi hongt sálmar upp, so nú skuldi alt verið klárt.

Í somu løtu gongur hurðin og upp gjøgnum trappurnar kemur Elmar Justinussen, sum er úr Árnafirði, men býr í Klaksvík. Hann er forsangari í dag.

Sálmasangur og lovsangur
At vera urguleikari í eini kirkju í lítlari bygd krevur í mangar mátar tað sama, sum at vera urguleikari í einari av teimum størru kirkjunum. Tað krevur, at ein møtir upp og er til reiðar at spæla. 

Hetta er eisini ein rættiliga bundin uppgáva, tí tað er ikki allastaðni, at urguleikarin kann halda frí ein sunnu- ella heiligdag. Orsøkin til hetta er snøgt sagt hon, at ringt er at finna ein, sum kann loysa av. Í so máta er Theodor heppin.
- Tað er sum oftast eg sum spæli, men onkutíð verði eg loystur av, tá bróðir mín, Kristoffur spælir.
Onkutíð er tað tó komið fyri, at eingin urguleikari hevur verið í Árnafirði. Tá kann tað ístaðin vera deknurin, sum syngur fyri.


Theodor hevur verið urguleikari í 33 ár. Í dag var hann væl stuðlaður av góðum forsangara

Henda sunnudagin hevði Theodor nógv um at vera. So skjótt sum klokkarin hevði ringt biðisløgini, og hann spælt sítt postludium, mátti hann við skundi fara til Klaksvíkar.

Har hevur hann eina líknandi, men kortini nakað øðrvísi uppgávu, - at spæla til lovsangin saman við øðrum tónleikarum og forsangarum, á møtinum í samkomuni Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi. Her byrja tey við einum drekkamunni klokkan 12, og fara síðani á møti umleið eitt korter seinni. 

- Eg satsi uppá at røkka grøna ljósið í ljóskurvini her omanfyri bygdina klokkan 11:45 ella klokkan 12 til Klaksvíkar, so at eg eri klárur, tá lovsangurin byrjar.
- Tann tænastan krevur eisini nógv av bæði tónleikarum og forsangarum. Men tað er stuttligt hjá mær at kunna brúkast sum tónleikari, bæði til sálmasang í eini kirkju og til lovsang í eini samkomu, sigur Theodor Askham Olsen at enda.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
 
Hetta er triðja greinin um kirkju og kirkjulív í Árnafirði. Hinar báðar greinarnar kunnu lesast her:
Sama neyð og sama svar í 85 ár  
Tað er faktist well at vera klokkari