Ovi: - Vit mugu fylgja Jesusi eftir
- Víst er ólavsøkan er eitt serstakt høvi hjá einum presti at prædika. Men tað verður kortini ikki ein annar Ovi, enn hann vanliga er til gudstænastur ein sunnudag, sigur Ovi Brim, sóknarprestur í Nes prestagjaldi.
Ólavsøka: Í ár tað júst Ovi Brim, ið fær heiðurin at halda prædikuna við gudstænastuna í Havnar kirkju ólavsøkudag klokkan 11.
Hetta er jú eitt serstakt høvi at sleppa at prædika á tjóðarhátíð okkara. Hetta er dagurin tá Løgtingið verður sett, og ein nýggj tingseta byrjar.
Sum siður er, ganga tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk saman við prestunum í skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju, har gudstænastan verður hildin. Aftaná verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Sigast má, at henda skrúðgongan er ein rík siðvenja, sum vísir, at politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at tey fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins.
- Talan er um eitt tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu, og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki, sum Jógvan Fríðriksson, biskupur tekur til.
Altarið í Havnar kirkja er prýdd til gudstænastuna á ólavsøku (Mynd: kvf.fo)
Í ár er tað tann elsti av teimum yngru prestunum, Ovi Brim, ið stendur á odda fyri gudstænastuni.
Lagt kann verða aftrat, at ikki færri enn níggju prestar standa í bíðirøð at sleppa at prædika á ólavsøku. Og hetta vísir, sum Jógvan Fríðriksson eisini tekur til, at miðalaldurin í prestastættini er í góðum árum.
Tann krossfesti og upprisni
Ovi Brim sigur í stuttari viðmerking, nú seinasta hondin verður løgd á prædikuna, at henda gudstænastan er serstøk, og hann hevur hugsað um, nær ið hann mundi eiga tørn.
- Í huganum hevur ólavsøkuprædikan tí ligið leingi. Tó at tað er eitt serstakt høvi, so verður tað tó ikki ein annar Ovi, enn hann vanliga er til gudstænastur.
- Tað vildi verið løgið, um tey, sum eg vanliga havi gudstænastur saman við, ikki kendu meg aftur á ólavsøku. Ja, tað hevði verið kunstigt, sum hann tekur til.
Fyri sóknarprestin í Nes prestagjaldi, ið fevnir um Fríðrikskirkjuna og Gøtu kirkju, er eingin ivi um, at tað snýr seg um at prædika Jesus Krist, krossfestan og upprisnan.
- Tað er eisini hetta, sum eg biði Gud um at styrkja og at leiða meg í. Tað vælsignaða er nevniliga, at styrki í stríðnum, tænastuni og í hesum at fylgja Jesusi eftir, er ikki at finna í egnari goymslu, men einans hjá Jesusi.
Gøtu kirkju ungdómskór er júst afturkomið úr Suðurkorea, har tey hava luttikið í stórari kórkapping
2023: Eftirfylgjan
Prædikuteksturin í ár er at finna hjá Matteusi í 16. kapitli, har Jesus talar við lærusveinar sínar um at fylgja honum eftir.
- Júst hetta fer ein partur av prædikuni av snúgva seg um, greiðir Ovi Brim frá.
Fyri hann er ein slík gudstænasta ein heild, har eisini sálmasangurin, bønirnar og framførslurnar saman eru ein prædika fyri tey, sum eru í kirkjuni.
Ovi er, sum nevnt, prestur í kirkjusóknunum í Gøtu og á Nesi. Hetta kemur eisini at merkja gudstænastuna á ólavsøku.
Her verður nevniliga sangluttøka av Gøtu kirkju ungdómskóri, sum syngja introitus og annars stuðlar sálmasanginum. Nevnast kann, at kórið er júst afturkomið úr eini kórkapping í Suðurkorea, har tey vunnu bæði gull og silvur.
Eftir prædikuna syngur ein annar bólkur úr prestagjaldinum, nevniliga a cappella bólkurin Gadders av Nesi ein sang, sum Hilmar Jan Hansen hevur týtt til høvið.
Sangbólkurin ”Gadders” av Nesi fer at syngja eitt lag, ið er týtt til høvið
Niðanfyri verður greitt frá nøkrum av tí, sum fýra av undanfarnu prestunum hava greitt frá her á heimasíðuni, um tað, sum teir hava lagt dent á, tá tað var teirra túrur at prædika á ólavsøku.
2022: Við virðing
Á ólavsøku í fjør var tað sóknarpresturin í Sandoyar prestagjaldi, Havstein Klein sum prædikaði. Fyri hann var eingin ivi um, at tað sum hann bar fram, skuldi verða sagt við virðing, sóma og umsorgan.
Hann segði soleiðis í grein her á heimasíðuni:
- Øll tjóðin er í kvirru hesa løtuna, meðan prædikan verður hildin, og har landsins myndugleikar eisini sita í kirkjuni. Tí er hetta eitt serstakt høvi.
- Hetta er tí nakað, sum eg komi at nýta við virðing fyri teimum, sum lýða á.
Havstein Klein: - Kirkjan hevur eina rødd í hesum heimi (Mynd: kvf.fo)
Havstein legði dent á, at tað altíð er ymiskt, hvat ein prestur fær at bera fram, og hvat tann einstaki ”lurtarin” fær burturúr prædikuni. Kirkjan er ikki partapolitisk, og eigur heldur ikki at vera tað.
- Men, gjørdi hann greitt: - Kirkjan hevur eina rødd í hesum heimi, og sum ikki eigur at avmarkast til ikki at koma inn á aktuell viðurskifti.
2021: Savnar tjóðina
Árið fyri Havstein, prædikaði Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
Fyri henni hevði tað týdning, at fólk skuldu kunna kenna seg aftur í prædikuni. Ein slík prædika telist millum mest hoyrdu prædikur alt kirkjuárið, tí tað bert er henda eina gudstænastan í øllum landinum á hesum degi.
Maria Jørðdal Niclasen: - Fólk skulu kenna seg aftur í prædikuni á ólavsøku (Mynd: kvf.fo)
Í samrøðuni gjørdi Maria greitt, at ein prestur tosar til ta tíð, sum vit eru partur av, og á ólavsøku til ta hátíð, vit øll hátíðarhalda.
- Upp á ein máta er tað sum ein vanlig prædika, og upp á ein máta ikki, tí fyrireikingin er tað longri. Tað liggur í bakhøvdinum nógv longri, enn tá talan er um prædikur annars, vísti Maria Jørðdal Niclasen á.
Og hon legði aftrat:
- Gudstænastan fylgir annars vanligari liturgi, ið skal avspegla tann stemning, sum hoyrir ólavsøkuni til. Hetta er jú okkara tjóðarhátíð, har vit samlast um tað, vit eru saman um, - tvørtur um alt tað, sum annars kann skilja okkum sundur.
2019: Lívsvirðini
Ólavsøkudag í 2019 átti táverandi prestur í Leirum í Hvalba, Jens Mortan Mortensen túrin at prædika.
Hann virkaði sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, og var fyrr í ár avloystur av Hanus Pál Jógvansson.
Jens Mortan Mortensen: - Nógv fólk tosa um innihaldið í lívinum (Mynd: kvf.fo)
Eitt av tí, sum Jens Mortan vildi nevna í prædikuni var eitt evni, sum mong menniskju eru upptikin av:
- Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um innihaldið í lívinum og umrøða lívsvirðini. Fólk fara pílagrímsferðir, og hugsa um børnini, skúlan, náttúruvernd og so framvegis. Kanska skuldu vit brúkt enn meiri tíð og orku uppá hesi viðurskifti.
Jens Mortan endaði samrøðuna við hesum orðum:
- Tíðirnar eru góðar, men tað kann skjótt broytast!
2018: Inn í nútíðina
Tá Bergtórur Hjelm Bjarkhamar fór á prædikastólin á ólavsøku í 2018, var tað ikki, sum hann sjálvur tók til, við eini ætlan at peika fingrar móti politikkarunum.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar: - Hvønn leiklut skal kirkjan hava í samfelagnum?
(Mynd úr Hoyvíkar kirkju: kvf.fo)
Hann gjørdi nevniliga í samrøðuni greitt, at hann vildi heldur venda peikifingurin móti teimum sjálvum, sum prestar og kirkja.
- Tað er altíð áhugavert at seta spurningin, um hvønn leiklut ið kirkjan skal hava í dagsins samfelagi, - um vit røkja uppgávuna nóg væl, ella kundu gjørt okkurt betur.
- Ólavsøka er hátíð, og ólavsøkuprædikan er hátíðarlig. Hetta er fólksins fest, og prædikan skal tí eisini fara tann vegin. Eg vil fegin, at so mong fólk sum gjørligt kenna seg aftur í prædikuni, legði Bergtórur Hjelm Bjarkhamar dent á.
- Umframt at halda meg til gomlu bíbilsku tekstirnar til dagin, vil eg fegin røkka inn í nútíðina við prædikuni.
Kórsangur hevur altíð sett sín dám á ólavsøkugudstænastuna, sum henda myndin frá 2014 vísir (Mynd: kvf.fo)
Nú leygardagin, ólavsøkudag verður tað so Ovi Brim, sum var prestvígdur í 2015, ið fer at halda prædikuna í Havnar kirkju.
Orð: Snorri Brend (fólkakirkjan.fo)