Skriva út

Ovi Brim verður próstur

29.02.2024 Tíðindi
2023 09 Fólkakirkjan Prestar 027

Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Ova Brim sum próst frá 1. mars 2024 at rokna.

Hetta er eitt nýstovnað embæti, nú virksemið hjá fólkakirkjuni er økt munandi síðani málsøkið var yvirtikið á ólavsøku 2007.

Prósturin kemur biskupsins vegna at taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum.

Prósturin kemur harafturat at umsita strategimálini, ið fólkakirkjan hevur sett á breddan. Hetta eru mál sum t.d. intranet, at talgilda mannagongdir og at miðla fólkakirkjunnar mál og ætlanir. At hava eftirlit við kirkjubókunum er ein av embætis skyldunum, ið eru álagdar prósti.

Prósturin kemur at taka sær av og varpa ljós á tey bleytu virðini í fólkakirkjuni, t.d. børn og ung, barnafamiljur, tilvera teirra eldru og teirra, ið eru støk og einsamøll.

Biskupur kemur at skipa próstin í embætið ein av sunnudøgum í mars mánaði.