Skriva út
Ortodoks liturgi í Eiðis kirkju
16.02.2016 Tíðindi
28.02.2016. 3. sunnudag í føstu kl. 10 verður ortodoks gudstænasta (liturgi) í Eiðis kirkju.
Deknagudstænastan verður avlýst.
Ortodoksa kirkjan er høvuðskirkjan í Eystureuropa og er ein hin elsta kirkjan í heiminum.
Fleiri ortodoks kristin eru í Føroyum. Tey hava heitt á russiskt ortodoksa prestin, Sergi, í Keypmannahavn um at koma til Føroya at halda gudstænastu (liturgi) saman við teimum.
Til hesa halgistund hava tey biðið um Eiðis kirkju. Hetta er sjálvsagt játtað teimum.
Øll – eisini tey, sum ikki eru ortodoks kristin – eru vælkomin í kirkju á Eiði henda dag, men bert tey ortodoksu kristnu kunnu fara til altars.
Aftan á gudstænastuna (liturgiina) verður samvera í Karmel fyri teimum ortodoksu kristnu.
Eftir tænastuna eru øll vælkomin at tala við Sergi prest í kirkjuni ella aðrastaðni.
Onnur tíðindi