Skriva út

Orgulnæmingar úr Haderslev vitja Føroyar

12.06.2019 Tíðindi
Orgulnæmingar.jpg

Komandi vikuskifti koma fýra orgulnæmingar úr Haderslev í Danmark at vitja í Føroyum. Teir eru í ferðalag við lærara teirra, sum er organistur í dómkirkjuni  í Haderslev og leiðari av dreingjakórinum har, sum dreingirnir eisini syngja í.

Á ferðini fara teir at spæla ymsa staðni.
 
Sunnudagin  fara teir tveir og tveir at spæla til guðstænasturnar í Vesturkirkjuni og í Havnar kirkju.

Mánadagin kl. 19.30 fara teir at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, týsdagin kl. 19.30 í Sandavágs kirkju og mikudagin kl. 21 í Havnar kirkju.

Á ferðini fara teir eisini at hyggja at og spæla á orglini í Glyvra kirkju, Sørvágs kirkju og í Christianskirkjuni í Klaksvík. Av tí at Frobenius-fondurin rindar fyri ferðina eru serliga orgul, sum Frobenius hevur bygt við í vitjanarskránni. Ferðin verður eisini dokumenterað av filmfotografi, sum er við í ferðini.

Niðanfyri leinkja til video við ferðaluttakarum og orgulspæli.

Sí slóð her: