Skriva út

Orgulkonsert í Havnar kirkju

24.07.2019 Tíðindi
Agnieszka Kosmecka mynd.jpg


27. juli kl. 18.00 - við Agnieszka Kosmecka úr Polen, hon fer at spæla orgul.

Kosmecka er úr í Poznan í Polen og urguleikaraútbúgving  frá Jam Paderewsky akademiinu í Poznan. Hon hevur esini studerað á Kgl. Danska musikkonservatoriinum hjá kenda danska orgullæraranum Bine Bryndorf. Agnieszka fer at spæla pólskan, danskan og týskan tónleik.

Eisini fer hon at spæla nýggja tónleikaverkið Danse Grotesque fyri orgul, sum unga føroyska tónaskaldið Eli Tausen Á Lava, hevur skrivað.

Verkið var frumframført í Lund í vár og verður nú fyri fyrstu ferð framført í Føroyum.

Vælkomin til eina áhugaverda konsert í Havnar kirkju.