Skriva út
Orgulkonser við Símun Hammer í kvøld 1. juni kl. 19.30.
01.06.2023 Tíðindi
Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju, fer til hesa konsertina at spæla verk eftir kendum tónaskøldum, sum danska Rued Langgaard, Georg Böhm, Léon Boëllmann, D. Buxtehude og enska tónaskaldinum Simon Preston.
Lagt er tí upp til eina fjølbroytta konsert.
Verkini, ið verða framførd variera millum klassiskan virtuosan baroktónleik, nýmótans dissonerandi tónleik, til brúsandi romantiskan Toccatu tónleik.
Símun spælir javnan konsertir, men hetta er fyrstu ferð hann spælir eina konsert í Hoyvíkar kirkju.
Væl møtt til ein lítlan tíma við orgultóneiki.
Hoyvíkar kirkja
Onnur tíðindi