Skriva út
Orgul-marathon: - Nú sleppa organistarnir at royna seg
10.03.2015 Tíðindi
GØTU KIRKJA: - Vit høvdu eitt slíkt orgul-marathon í Noregi. Tað riggaði avbera væl. Nú havi eg hug at geva føroyskum organistum henda sama møguleikan.
Tað sigur organisturin Símun Hammer, sum fer at skipa fyri eini slíkari orgul-marathon í Gøtu kirkju leygardagin 21. mars.
Hann er sjálvur organistur við Gøtu kirkju, haðani myndir eisini stava.
Henda dagin fáa føroyskir organistar møguleika at vísa kynstur síni í verki – í roynd og veru so leingi, sum teir ella tær hava hug til tess.
Organistarnir fáa her høvið at spæla eitthvørt verk ella onkrar sálmar, sum teimum dáma væl.
- Kanska okkurt av tí, sum verður framført, ber boð um føstu og páskir, sigur Símun Hammer.
15 MINUTTIR Í PART
Tað er altíð hugaligt hjá organistum at sleppa at royna eitt orgul í eini aðrari kirkju enn júst teirri, ið teir vanliga hava eina tænastu við.
Í fjør fekk Gøtu kirkja eitt nýtt Hemmersam-orgul. Tað er hetta sum er karmur um hetta tiltakið, ið man vera tað fyrsta av sínum slagi í føroysku fólkakirkjuni.
Dagurin byrjar klokkan 10 á morgni við morgunmati, og ein tíma seinni verður farið undir sjálvt orgul-marathonið.
- Tankin er, at so nógvir organistar sum gjørligt tekna seg til dagin, fyri at spæla í einar 15 minuttir hvør.
- Ja, sjálvandi. Hevur onkur hug at spæla í 20 minuttir, so er tað eisini í lagi, sigur Símun Hammer við einum brosi.
Tann endaliga skráin fyri tiltakið er ikki løgd enn, men greitt er, at ein fyrilestur, sum hevur áhuga fyri organistarnar, verður á skránni seinnapartin.
Eftir henda fyrilesturin heldur orgul-marathonið fram – inntil allir organistarnir hava spælt síni løg.
So er bert eftir at vóna, at fleiri – fyri ikki at siga flestu – organistarnir í landinum taka við hesi serstøku avbjóðingini.
Eftir Snorra Brend
Onnur tíðindi