“Orðið varð hold”
Jóladagur - 2. tekstarøð.
Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud. Hetta var í fyrstuni hjá Gudi. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí. Maður kom, sendur frá Gudi, hann æt Jóhannes. Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Gudi. Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika (Jóh 1,1-14).
Listamálarin Heðin Kambsdal hevur miðskeiðis í áttatiárunum málað ein málning, ið nevnist “Jólanátt”. Myndevnið er Jesu føðing. Málningurin er serstakur og ítøkiligur, tí hendingin fer fram í nærumhvørvi listamansins.
Á málninginum sæst eitt seyðahús og hoyggjhús, ið mammubeiggi listamálarans átti. Ein annar mammubeiggi sæst koma, eins og ein seyðamaður, at húsinum við einum seyði. Dyrnar í seyðahúsinum standa víðopnar, haðani ljós sílar út í náttarmyrkrið og leggur ein farra á andlitið á nøkrum fólkum, ið standa og hyggja inn í hoyggjhúsið. Inni er ljóst og fjálgt. Har er Maria við barni sínum, meðan Jósef stendur uttanfyri og peikar inn í seyðahúsið. Aftanfyri sæst Gjógvaráfjall, og ein bjørt glæma stendur um Nón. Loftið er klárt og stjørnuskrýtt.
Listamálarin er ikki einsamallur í royndini at gera jólaevangeliið ítøkiligt. Í fleiri ár hava fólk í Æðuvík gjørt jólahendingina livandi og viðkomandi. Hon fer fram í lýsandi myndum á bønum millum húsini av fjósi, móður og barni, einglum, hirðum og vísmonnunum.
Ein sálmur, ið hoyrir jólahátíðini til, er “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” eftir Símun av Skarði, ið varð borin í heim og vaks upp norðuri á Skarði, nú avtoftaðu bygdini á Kunoynni.
Tollaksmessumorgun í 1913 flotaðu menn bát norðuri á Skarði í dýrdarveðri fyri at fáa fekst til jóla. Men longu áðrenn tað lýsti fyri degi, brann ódnarveðrið á av landnyrðingi við kavaroki. Skarðsbáturin gekk burtur henda dagin. Tað fórust sjey menn við seksmannafarinum, og av teimum áttu fimm konu og børn. Fimm einkjur sótu eftir við níggju børnum. Eftir henda sorgarleik var lítlu bygdini ikki lív lagað.
Skaldið nýtir í jólasálmi sínum, ikki bara fagurfrøðiliga sæð, myndir úr náttúruni á Skarði, men jólaboðskapurin er settur inn í umhvørvið har norðuri. Jesus kemur um Skarðið ella gangandi eftir bakkanum til bygdar:
Tó myrkur fyllir dalar og skørð
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
Eisini Jóhannes evangelistur roynir á sín hátt at gera jólaevangeliið fatiligt og ítøkiligt. Hetta ger hann andlit til andlits við tann grikska og mentaða heimin. Hann nýtir bæði heimspekilig og gudfrøðilig hugtøk við tí fyri eyga at greina jólaloyndardómin: “Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud”. Jesus er orðið, ið er eitt við Gud, faðir sín frá upphavi. Men Jóhannes heldur fram: “Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara”. Jesus varð borin í heim hina heilagu nátt av Mariu moy sum Gud og maður. Gud gjørdist menniskja. Tí verður Maria moy nevnd “Theotokos” í Eysturkirkjuni, ið merkir “Hon, sum bar Gud í heim”, “Gudsmóðir”.
Sambært Lukasi evangelisti vóru tað nakrir hirðar, ið fyrstir fingu gleðiboðini at hoyra. Fólk, ið vóru uttan vald, æru og viðurkenning. Á upprunamálunum, bæði grikskum og latíni, verður sagt um hirðarnar, at teir “vaktu” undir víðum lofti og hildu “náttarvøku” yvir seyðafylgi sínum. Ella, sum tað stendur orðarætt: “Og tað vóru vakandi hirðar har í sama bygdarlaginum, sum hildu náttarvøku og ansaðu seyðafylgi sínum”. Hirðarnir “vaktu” - eisini í teirri merking, at teir kendu á sær og høvdu varhugan av í vakandi huga, sál og sinni, at okkurt nýtt og stórbært var í umbúna, at nú var Gud teimum nærri enn áður.
Hvussu við okkum? Vaka vit hesa jólahalgu? Dvølja vit við vakandi huga hjá móður og barni á krubbubeði?
Knappliga ljómaði Guds dýrd rundan um teir, ein vakurleiki uttan líka og kastaði bjørtu glæmu sína á teir sjálvar, seyðafylgi og markina alla. Loftið var eitt ljóshav. Teimum varð sagt við eingils rødd: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur”. Eftir at hesi gleðiboð vórðu givin, varð rúmið fylt av lovsongi. Ein stór einglafjøld sang: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!”
Kirkjufedrarnir hava eina hugtakandi tulking av hesum sangi. Áður, siga teir, høvdu einglarnir lært at kenna Gud av skilvísi og vakurleika alheimsins, ið hevði uppruna sín í honum, sýndi og bar boð um hann. Harafturat høvdu teir tikið til sín tigandi lovsongin frá skapanarverkinum og gjørt hann til himniskan tónleik. Men nú var nakað nýtt og serstakt farið fram. Gud, sum alt tað skapta bar boð um, og helt øllum í veldishond síni, var komin inn í søgu manna, virksamur, líðandi og elskandi.
Tað er av gleði yvir hesa stórhending, at Gud nú hevur givið seg til kennar á ein ófatiligan hátt, at ein nýggjur sangur verður til sambært kirkjufedrunum, ið jólaevangeliið er ein partur av: “Heiður veri Gudi í hægsta himni, og friður á jørð”.
Lovsongurin er sprottin úr gleðini um, at tað aftur er runnið saman millum himins og jarðar. At menniskjað er vorðið eitt við Gud, og at skapanarverkið við allari fylling síni er endurreist og endurloyst. Hetta er hin sanni og víðgongdi týdningurin av mergjaðu og skaldabornu máliskuni “orðið varð hold” og bjørtu og lívgandi einglakvøðuni, ið var ætlað øllum fólkinum, allari mannaættini: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur”. Soleiðis at skilja, at lív okkara, ið er deyðamerkt, verður lyft upp og fær ævinleikans dám. Tað verður krýnt við einum ódeyðiligleikans og ævinleikans kransi.
Hesin lovsongur hevur ljóðað líka síðan hina heilagu náttina og fer at halda á heilt inn í ævinleikan. Nú er tað ikki bara einglarnir og hirðarnir, ið syngja, men mannaættin hevur lagt upp í songin um Guds dýrd og vakurleika, sum er komin til sjóndar í nýborna barninum í fjósinum í Betlehem. Songurin hevur ljómað og fer at ljóma ætt eftir ætt, eins og hann ger tað henda jólamorgun í kirkjuni og um allan hin kristna heimin.
Listafólk og skøld hava roynt at gera jólaboðskapin ítøkiligan, livandi og viðkomandi. Á áðurnevnda málningi hevur hendingin í fjósinum í Betlehem fingið føroyskan dám. Her er talan um eitt seyðahús og hoyggjhús í føroyskari bygd. Jósef stendur uttanfyri og peikar inn í seyðahúsið, har Maria hevur borið son sín, hin fyrstafødda, í heim. Boðskapurin er greiður: Statt ikki uttanfyri, men kom tú við inn og vak og ogna tær jólaloyndardómin.
Gleðilig jól!
Skrivað hevur: Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur.