Skriva út

Opið hús

28.08.2020 Tíðindi
Armgarð.jpg

”Alt er tikið frá okkum”, hoyrdi eg tannáring siga. ”Sorgleyst ár í studentaskúla, pisuveitslur uttan spritt og ekka, Viðarlund og ferð út í heim. Og hvussu við útbúgving? Alt er so óvist”!

Konfirmantarnir eru eisini ráðaleysir. Tað, sum var, er ikki meira. Kjokkfull kirkja, nógvar gestir, alt er broytt og minkað.

Onkur vaksin fegnast tó um gongdina, at alt ikki er so stórt og rúgvismikið longur. Ervi, føðingardagar, konfirmatiónir við færri fólkum, men betri stundum at tosa við tey og sansa tey, sum eru komin at heiðra konfirmantin.

Men vit kenna tað, sum onkur hevur gjørt seg inn á okkum, og hevur broytt okkara lív. Tað er nóg torført at liva, sýnist tað.

Har ættarlið undan okkum høvdu fingið sannroyndir frá øðrum í húskinum, onnur sum høvdu lagt teimum lag á, so er tíðin, samfelagið og vit øll øðrvísi í dag. Í dag hava vit appir at taka niður og spyrja um alt, vit hava ymisk fólk, sum eru serkøn á sínum øki at spyrja um alt millum himmal og jørð.

Alt sum kann geva mær gleði og lukku má eg tilogna mær, so tað verður eitt bolverk móti óeydnu og mismót.

Eg eri í sentrum og kenni ikki longur til sambandið til tað skapta í mun til Skaparan. Hann havi eg skumpað burtur úr lívinum. Brinkmann og aðrir vísir menn standa til reiðar at læra teg og meg um hetta ella hint og royna at geva ráð, hvussu tú fært tómleikakensluna burtur. Tað, sum eg havi og eigi, skal vera verandi, menniskjuni, kenslurnar, løturnar, men hetta er sum sápustykkið, sum tú ikki fært hildið fast í. Tíðin gongur, og alt broytist henda og handa vegin.

Alt kundi verið so gott, ja, men tað er tað ikki, tí sum prædikarin sigur, alt er tómleiki og eftirsókn eftir vindi, men tað er ikki meiningsleyst. Trúgvi eg, at alt stendur í Hansara hondum, so er tað meiningin, hvussu annars víkir og vendir.

Í hesum døgum er alt óvist. Burtur eru kalendarar og ætlanir mánaðar fram, tí hvat vita vit?

Vit eru tikin til viks í hesu koronu-tíðum og læra nú læruna at vísa fyrilit. Har vit hava lært at vera inkluderandi og savnandi, so læra vit í dag at halda frástøðu og skýggja onnur, minka um veitslur og føðingardagar, noyðast at fara frá siðvenjuni ”opið hús” til at halda seg til nøkur, sum vit velja út.

Í Gamla Testamenti stendur skrivað um spitølsku sjúkuna, hvussu fólk skuldu bera seg at og fara til prestarnar og sýna seg, og teir skuldu gera av, hvussu sjúkur tú vart ella ikki, og hvussu leingi tú skuldi í sóttarhald. Hetta stendur at lesa í 3. Mós. 13,2-6 og í 3. Mós. 13,45-46 stendur, hvussu tann spitalski skuldi vera ílatin, so øll sóu, at hatta er ein smittaður, so mann kundi halda seg burtur, og soleiðis ganga vit í dag við maskum, tí vit verja okkum og hini móti koronu.

Tíðir koma og fara. Har spitalska sjúkan var ein ræðulig sjúka, sum øll ræddust, eisini í fornari tíð í Føroyum, so nevnist hon í dag í nýggjari bíbliuumseting ein húðsjúka.

So er, tíðir og sóttir koma og fara, mannalívið fer henda og handa veg, men lurta vit eftir prædikarinum, so biður hann okkum njóta dagin, tí alt ferst við tíðini, og tað er ikki í okkara hondum at halda nøkrum føstum.