Skriva út

Ongar gudstænastur í Tjørnuvík á páskum

28.03.2018 Tíðindi
Ongar gudstænastur í Tjørnuvík á páskum

Páskirnar eru høgtíðin tá nógvir føroyingar nýta frídagar sínar at fara kring landið at ferðast ella at vitja familju og kenningar her.

Hetta vísa eisini hagtølini hjá Strandferðsluni og sæst helst eisini aftur í ferðsluteljingunum hjá Landsverki á føroysku vegunum.

Men so eru tað uppaftur onnur sum leggja leiðina út um landoddarnar til heitari støð, eitt nú til ítróttarkappingar, venjingar, sólferiu – ella tí at eitt kór fer á konsertferð í øðrum landi.

Hetta er júst tað, sum Kingobólkurin í Tjørnuvík enn einaferð hevur sett sær fyri.

Á sætta sinni hava limirnir í bólkinum lagt leiðina Danmarkar, har tey longu hava framført sín serstaka sang í danskari kirkju. Og nú um páskirnar verða fleiri aðrar kirkjur vitjaðar.

Men vælmannaða vitjanin hjá Kingobólkinum í Danmark fer eisini at merkja kirkjugongdina í heimbygdini hjá bólkinum:

Á páskum verður nevniliga eingin gudstænasta í Tjørnuvíkar kirkju.

SANGURIN GEVUR RÓ
Í kunning á fleiri netmiðlum verður greitt frá, at hetta er sætta ferðin at kórið vitjar Danmark síðan 2003.

Tað vóru upprunaliga eftirkomarar eftir deknin Dávur Emil Magnussen, sum í 1997 tóku á seg at varðveita sangin, sum Dávur Emil sjálvur varðveitti fram til hann doyði í 1957.

Kingobólkurin vitjaði seinast í Danmark í 2015. Presturin í Løgumkloster kirke, Sten Haarløv varð so hugtikin av sanginum og aftaná segði hann soleiðis um sangin:

- Kingosangur hevur eina ró yvir sær. Tað er sum um at tíðin hvørvur, tá kórið syngur.

Nú fáa so kirkjufólk í øðrum donskum kirkjum høvið at hoyra Kingobólkin. Serliga gudstænastan páskadag fer at hava ein serstakan dám.

Páskadag kl. 11 fer Kingobólkurin at luttaka við eina gudstænastu í Ølsted Kirke, sum liggur nærhendis Aarhus.

Tað serstaka er, at føroyski sjógarpurin Magnus Heinason liggur jarðaður her. Hann varð hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589 fyri sjórán, men varð náðaður árið eftir. Kistan varð síðani flutt til kirkjuna í Ørslev kloster, har hann fekk eina heiðursjarðarferð.

Og fyri at gera løtuna enn meiri serstaka, so kunnu fýra av limunum í kórinum føra ætt sína aftur til Magnus Heinason.

Í AÐRAR KIRKJUR
Aftur til heimbygdina hjá Kingobólkinum. Á Facebook-síðuni hjá Tjørnuvíkar kirkju varð herfyri boðað frá, at óvist var, um nøkur gudstænasta yvirhøvur fór at vera hildin í kirkjuni um páskahøgtíðina.

- Ja, støðan er hon, at nógv av okkara kirkjufólki syngja við Kingobólkinum og eru tí burturstødd.

Vit hava tí tikið avgerð um at eingin gudstænasta verður her í bygdini nú á páskum, sigur Súni Olsen, formaður í kirkjuráðnum í Tjørnuvík.

Hann leggur aftrat, at hetta er ikki fyrstu ferð at støðan hevur verið soleiðis. Sum longu nevnt hevur Kingobólkurin eisini verið uttanlands undanfarnar páskir, seinast í 2015, og tá hevur sama skipan verið galdandi í Tjørnuvíkar kirkju.

Nú eingin gudstænasta verður í Tjørnuvík á páskum verður víst til grannakirkjuna í Haldórsvík og aðrar kirkjur sunnanfyri.

Nevnast kann, at vanliga hevur sóknarpresturin Bergtórur Hjelm Bjarkhamar gudstænastu í skúlanum á Langasandi páskadag og jóladag.

- Eg veit, at hagar plaga fleiri fólk at leita sær páskadag, sigur Súni Olsen.

Gudstænasta verður aftur í Tjørnuvíkar kirkju sunnudagin 8. apríl.

Orð: Snorri Brend
Mynd: folkakirkjan.fo