Skriva út

Øssur Kjølbro: - Lítið prestagjald, men kirkjurnar sera ymiskar

18.01.2018 Tíðindi
Øssur Kjølbro: - Lítið prestagjald, men kirkjurnar sera ymiskar

PRESTAVÍGSLA: - Eg starvist dagliga í Leguhúsinum í Nesvík, sum hevur stóra gleði av kirkjuni við Norðskála. Eg kenni tí Eiðis prestagjald væl, umframt tað at eg havi ættarbond við Gjógv.
- Hóast prestagjaldið ikki er so stórt, eru kirkjurnar ymiskar og hava hvør síni sereyðkenni, og eg gleði meg til at gerast ein lítil partur av kirkjuliga lívinum í øllum bygdunum.
Tað sigur 43 ára gamli Øssur Kjølbro úr Klaksvík, sum sunnudagin verður prestvígdur til eina tænastu sum hjálparprestur við kirkjurnar í Eiðis prestagjaldi. Hann verður vígdur saman við bygdarmanni sínum, Jákup Erlingsson Petersen sum hevur fingið starv í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Meðan Jákup søkti eitt leyst starv, so var øðrvísi hjá Øssuri. Hetta var ikki eitt starv, sum hevur verið lýst leyst at søkja, men bispur hevur í longri tíð arbeitt við hesum møguleikanum, saman við høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, at aðalskrivarin í rørsluni kann verða prestvígdur í sínum starvi hjá Heimamissiónini.
Hetta er ein møguleiki í lógini um embæti og størv í Fólkakirkjuni, sum eisini er vanligur í grannalondum okkara. Skipanin er, at viðkomandi gudfrøðingur verður knýttur at einum prestagjaldi sum óløntur hjálparprestur við einum minstatali av gudstænastum um árið.
- Eitt av málunum er, at tað staðfestir tøttu bondini millum kirkjuna og missiónina, og tað hevur týdning fyri meg. Og so hevur tað sjálvandi eisini stóran týdning, at eg soleiðis kann vera við til at boða gleðiboðskapin, vísir Øssur Kjølbro á.

NÝGGJ RØDD
Sum hjálparprestur skal Øssur halda gudstænastur og prædika kristna boðskapin í prestagjaldinum, sum fevnir um fýra kirkjur, og annars alt kirkjufólkið í økinum.
- Emil verður framvegis sóknarpresturin við teimum mongu tænastunum. Mín tænasta verður avmarkað, tí eg havi fulltíðar leiðslustarv sum aðalskrivari at røkja eisini.
- Men fólk fáa so høvi at hoyra eina nýggja rødd, og vónandi er tað við til at ríka samlaða boðskapin, vísir Øssur á.
Enn hava teir báðir til góðar at leggja eina ætlan um komandi gudstænastur, men fyrstu uppgávurnar hjá nýggja prestinum, og hansara høvuðsuppgáva, verður at halda gudstænastur í økinum.
- Í fyrstu syftu síggi eg bara fram til at koma runt til allar kirkjurnar eftir tørni. Minstakravið er fýra gudstænastur um árið, men eg haldi, at vit fara at miðja eftir fýra gudstænastum um hálvárið, vísir Øssur á.

IKKI FYRILESTUR
Í Eiðis prestagjaldi eru fýra kirkjur - við Gjógv, í Funningi, við Norðskála (sí mynd) og á Eiði, har bústaðurin hjá sóknarprestinum, Emil Olsen, er.
Nú Øssur fer í starv sum hjálparprestur í økinum, er hann greiður um ta uppgávuna, hann fer inn í.
Hann lýsir uppgávu sína soleiðis:
- Tað serliga hjá kirkjuni – bæði teirri føroysku fólkakirkjuni og øllum kirkjum og samkomum um allan heim – er gleðiboðskapurin um Jesus Kristus, Guds son og heimsins frelsara.
- At boða henda boðskap, og vónandi bera hann inn í tilveruna hjá hvørjum einstøkum sum lurtar, er tað, sum eg fegin vil, sigur Øssur Kjølbro, sum at enda leggur aftrat:
- Hetta skal ikki bert kennast sum ein fyrilestur um eitthvørt áhugavert evni, men skal verða tí einstaka til gleði og signingar.

Orð og mynd: Snorri Brend