Skriva út

Øssur Kjølbro byrjaður í Eiðis prestagjaldi

13.02.2018 Tíðindi
Øssur Kjølbro byrjaður í Eiðis prestagjaldi

Sunnudag seksagesima 4. februar 2018 var Øssur Kjølbro, cand.theol. og aðalskrivari í Kirkjuligu heimamissiónini, skipaður í embætið sum hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi.

Náði veri við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Góði Øssur Kjølbro.

Á hesum degi, tú verður skipaður sum hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi, fari eg at lesa fyri tær kend orð úr 1. Korintbrævi kap 3 vers 11: “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.” Amen.

Í øllum lívsins viðurskiftum er umráðandi, at hava eina trygga grund og eitt gott støði at hvíla á.

Vit vita hetta frá gomlum døgum, hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum bæði á landi og á sjógvi. Okkara tíð ger eisini nógv burturúr, at vit kunnu kenna okkum trygg í øllum arbeiði, har vit ferðast, so alt lagar seg til tað besta.

At alt lagar seg til tað besta var eisini tað, ápostulin var upptikin av í kirkjuliðnum í Korint.

Paulus ferðaðist sum kunnugt kring um í kirkjuliðunum og prædikaði og lærdi.
Men har menniskju eru, har tekur altíð okkurt seg upp, tá ið mann fer at meta um viðurskifti og um persónar. Hetta er okkum í holdið borið. Hvat hesum viðvíkur, eru vit ikki komin nakað víðari, tá ið tað er talan um hetta í okkara tíð.

Menniskju søkja eftir tí trygga og haldgóðum støði. Og tilboðini at røkka hesum máli eru mong og fjølbroytt.

Tað er eisini rætt og ein skylda hjá okkum menniskjum at vísa á tað trygga í tilveruni.

Tá ið vit savnast í kirkjuni í dag, so er tað fyri at vísa á nakað ávíst, sum er trygt – ikki bert fyri likamið og trivnaðin, men eisini fyri sálina.

Tá ið vit í kirkjuni vísa á tað trygga og ósvitaliga – tað sum ikki vikast, so er tað Guðs orð sum hvílir á tí tryggu grund, sum eitur Jesus Kristus.

Í dag verður tú, Øssur Kjølbro, skipaður í tænastu sum atknýttur og óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi.

At prædika orðið er ikki ein fremmand tænasta hjá tær, men nú er tænasta tín eisini víðkað til at umsita tey heilagu sakramentini, sum eru innsett av Jesusi sjálvum. Hann, sum er sjálvt grundarlagið.

Her er als einki nýtt sum so í prædikugerningi tínum. Grundvøllurin er longu lagdur, sum tú áhaldandi skal byggja á.

Fyri 14 døgum síðani vart tú vígdur til hirðatænastu, og í dag verður tú skipaður í prestatænastuna, sum tú ert kallaður til í kirkjuliðunum.

Tað einstaka kirkjuliðið er ymiskt samansett, men tú ert prestur hjá øllum. Ikki ávísum persónum ella bólkum í kirkjuliðnum, men tú ert prestur hjá øllum, tí øll hava brúk fyri tryggari grund og haldgóðum støði – Guðs livandi orði.

Hví eg sigi hetta? Tí vit eiga ikki at gera mun á nøkrum. Longu á Paulusar døgum vóru nógvir ymiskir trúarflokkar. Hann kallar hetta fyri prógv um andliga ómenning.

Paulus ger hesa staðfesting: Hvat er tá Ápollos? Og hvat er Paulus? Og vit kundu á hesum innsetingardegi tínum eisini spurt: Hvat er Øssur?

Paulus gevur okkum svarið: Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við trúgv, og tað eftir, sum Harrin gav hvørjum fyri seg.

Hesi seinastu orðini eru sera álvarsom: ... at taka við trúgv, og tað eftir, sum Harrin gav hvørjum fyri seg ... Við øðrum orðum: ikki sum Àpollos meinti ella Paulus helt. Og vit kundu langt aftrat: ella sum Øssur sigur! Men sum Harrin gav hvørjum fyri seg!

Paulus og Ápollos settu niður og vættu eftir teirri náði, sum teimum var givin. Og sum kønur húsasmiður hevur hann lagt grundvøll, men annar byggir omaná; men ápostulin ger vart við, hvussu bygt verður omaná. Tá er tað at hann kemur til hesa niðurstøðuna: Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus!

Her standa vit so hesa løtu í kirkjuni við Norðskála – Kirkjan, sum er grundað á klettin, sum Jesus í øðrum sambandi segði við ein annan tænara, Pætur, “hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.” Matt 16,13ff.

Við hesum orðum og í hesum treysti kanst tú tí fara út í hesa tænastu hjá kirkjuliðunum í Eiðis prestagjaldi við tí í huga – ja, altíð í huga – at tú ert kallaður og sendur til eina tænastu í orði og í verki, soleiðis sum vit fara at lesa hetta um eina løtu í Kalsbrævinum frá biskupi.

So fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við embætinum við ynskjum um Guðs signing í tænastuni.

Vælkomin í prestatænastuna í kirkju okkara, og vón mín er, at samstarvið verður gott við sóknarprestin á staðnum, Emil Olsen, starvsfelagar tínar í kirkjuni, við stovnar og aðrar myndugleikar í økinum og kirkjuligu myndugleikarnar.

Eisini ynski eg kirkjuliðunum í Eiðis prestagjaldi tillukku við hjálparprestinum og Guðs signing og at samstarvið millum Øssur Kjølbro og kirkjuráðini í kirkjuliðunum fer at ganga væl.

Kirkjuráðini og kirkjuliðini: Bøn mín er, at tit taka væl ímóti Øssuri og konuni Ann Mari og børnunum Rakul, Janusi og Mariu, og at tit eisini hava tey við í bønum tykkara.

Uni Næs, dómpróstur