Skriva út

Øðrvísi føsta í Sundalagnum

24.02.2023 Tíðindi
2023 02 23 Hvalvikar Kirkja
Hvalvíkar kirkja var mestsum fullsett mikukvøldið til ta fyrstu felags føstugudstænastuna í Norðstreymoya eystara prestagjaldi Mynd: Jákup Erlingsson Petersen

Heldur enn at seks føstugudstænastur eru í hvørjari av kirkjunum í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, gera tey hesa føstuna eina roynd við felags føstugudstænastum í ymsu kirkjunum. Tann fyrsta var mikukvøldið í mestsum fullsettu Hvalvíkar kirkju.

Seinnu árini hava javnan verið tiltøk í Sundalagnum, sum hava til endamáls at savna fólkið har, ið annars er nokk so spjatt í teimum ymsu bygdunum. Millum annað hevur Sunda kommuna havt fleiri sovorðin tiltøk, og eisini í kirkjuligum høpi hevur onkur roynd verið gjørd.

– Millum annað skipar kommunan fyri mentanarviku og øðrum, ið togar bygdirnar saman, og eisini hava vit saman við Eiðis prestagjaldi havt felags gudstænastu í sambandi við mentanarvikuna, og eisini høvdu vit í fjør eina væleydnaða ferð norður í Sjeyndir at hava gudstænastu úti í natúruni. Tí var upplagt, at vit eisini skuldu gera meira við hetta í kirkjuligum høpi.

Tað sigur Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur í Hvalvík, sum hevur sett nýggju royndina við felags føstugudstænastum saman. Tann fyrsta var í Hvalvík mikukvøldi og so verður hildið fram í Saksun, Hósvík, á Langasandi, í Haldórsvík og at enda í Tjørnuvík.

Øll tóku undir við tí
– Eisini er hetta sprottið úr práti um føstuna, sum jú er ein avhaldstíð mótvegis tí, at vit skulu renna alsamt skjótari, greiðir hvalvíksprestur frá, samstundis sum hann ásannar, at tað verri enn so altíð er so nógv fólk til føstugudstænastur á teimum ymsu plássunum.

– At allar kirkjurnar hava tvær gudstænastur hvørja av føstuvikunum, ger jú ikki, at fleiri fólk koma í kirkju. Heldur uppliva vit kanska, at okkurt annað kann koma í vegin hesi kvøldini, so vit ikki altíð eru so mong til føstugudstænasturnar.

Jákup nevndi hugskotið fyri kirkjuráðunum, og har var tað eingin, sum helt tað vera eitt vánaligt hugskot, men tvørturímóti hildu fleiri tað ljóða spennandi, tí tað kundi jú eisini vera stuttligt at fara í eina aðra kirkju til føstugudstænastu og at vera saman við øðrum.

– Eg fór so til biskupin við tí, og hann helt, at tað bar væl til, og so gjørdu vit av at gera hesa royndina. Tað riggaði einastandandi væl til ta fyrstu gudstænastuna, sum vit høvdu í Hvalvík mikukvøldið, so nú verður spennandi at síggja, hvussu tað hepnast ígjøgnum restina av føstuni, sigur hann.


Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur

Fyrsta royndin eydnaðist 
Eitt, sum var áhugavert at síggja, var undirtøkan, tí tað er ikki altíð so lætt at skula broyta eina siðvenju, ið er so gomul sum tað at hava føstugudstænastur. Tað, sum fólk eru von við, er gott og trygt, og soleiðis er tað eisini við tí at fara viku eftir viku ígjøgnum føstuna, har vit fylgja Jesusi allan vegin til Golgata og á ferðini kanska geva okkum betur stundir til eitt sindur av djúphugsni.

– Tað stuttliga var, at Hvalvíkar kirkja var mestsum fullsett, og fólk kom úr stórt sæð øllum prestagjaldinum. Vit høvdu eina deiliga gudstænastu, har sangurin gekk væl, bispur hevði eina góða og spennandi prædiku, og vit eisini fingu eina góða sangframførslu, sigur Jákup Petersen.

Mikudagurin var 22. februar, sum er hugsanardagur hjá skótunum, og teir settu eisini sín dám á, millum annað við tveimum hjálpardeknum, Maja Johannesen og Arna Olivia G. Thomassen. Eisini klokkarin, Eyðvarður Mouritsen, telist millum teir yngru kirkjutænararnar, tí hann gongur til prest!

Deknur var annars Katrina Svartá og organistur Sámal Matras, og harumframt sungu Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði og hevði føstuna og skapanarverkið sum evni av prædikastólinum.

Øll fingu ikki sess
– Í prædikuni helt biskupurin seg ikki so nógv til ta grønu síðuna av skaparverkinum, men vendi sær kanska meira til okkum menniskju á ein hátt, ið samsvaraði væl við brotini úr pínslusøguni, ið hann las upp, sigur Jákup Erlingsson Petersen.

– Teksturin snúði seg millum annað um, at vit skulu biðja um ikki at verða leidd í freisting, og har nart hann við tað, at vit eru freistað til at renna aftanaá, ja, hvørjum… og so steðgaði hann líkasum á við tað. Vit hava eittans lív og mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat er týdningarmikið og hvar vit finna hvílu.

Øll hesi seks føstukvøldini verður ein drekkamunnur at fáa eftir gudstænastuna, og mikukvøldið hevði prestur bjóðað øllum í prestagarðin, har tað var so mikið fult, at øll fingu ikki sess og summi máttu taka til takkar við at vera standandi.

– Eg hugsi, at tey flestu komu eisini í prestagarðin aftaná, so hetta við at samansjóða fólk, riggaði sera væl, tí fólk komu jú úr fleiri støðum. Løtan í prestagarðinum var góð og felagsskapurin somuleiðis, og fólk lótu væl at, sigur hvalíksprestur, sum gleðir seg til føstugudstænasturnar í prestagjaldinum næstu vikurnar.

Orð:Hilmar Jan Hansen