Skriva út
Oddvør Johansen: - Ein urguleikari má hugsa ergonomiskt
24.10.2012 Tíðindi
Fyrr í vikuni stóð grein her á heimasíðuni um trupulleikar av ov nógvum spæli hjá norskum urguleikarum.
Fleiri teirra merkja bæði til møði og hvussu tað er at missa følilsini í hondini, tá teir hava spælt nógv fleiri dagar á rað.
Nevnt var, at ein nýggj urga var á veg – ein urga, har ein leyk øll krøv innan heilsu, umhvørvi og trygd.
Oddvør Johansen er ein av urguleikarum okkara. Hon kennir nakað til hesa urguna, sum kostar um 12 milliónir krónur.
- So eg vóni bara at hon er góð, sigur Oddvør við einum brosi.
Sum royndur urguleikari hevur Oddvør Johansen fylgt væl við menningini innan urgur í kirkjum. Og hon kennir eisini á egnan kropp, hvussu tað er at spæla uppá eina “tunga” urgu.
- Nógvar urgur hava verið tungar at spæla uppá, millum annað hon í Jesus-kirkjuni í Valby. Orsøkin til hetta er, at hon er pneumatisk, vísir Oddvør á.
At ein urga er pneumatisk – í mun til eina mekaniska urgu – merkir, at trýstluft verður brúkt til at lata ventilarnar til pípurnar upp og aftur. Av hesi orsøk verður tónin “seinkaður”, og tað krevur aftur at urguleikarin so at siga má spæla skjótari enn lagið.
Oddvør leggur aftrat, at um so er, at tað eru nógvar tænastur í eini kirkju, kanska fleiri um dagin, umframt konsertir, so kann ein urguleikari lættliga fáa gø.
Í dag hava nógvar kirkjur, tað tey nevna elektriskan traktur ella eru mekaniskar. Hetta verður gjørt fyri at tær ikki skulu vera so tungar at spæla uppá.
- Sum urguleikari verður tú noyddur at hugsa ergonomiskt – tað vil siga, um tú situr høgt ella lágt við urguna, ella um fjarstøðan til pedalirnar er hóskandi.
- Og ein má sjálvandi eisini hugsa um, at ein situr avspentur og spælir, sigur hon í stuttari vidmerking.
Orð: Snorri Brend/Mynd: portal.fo
Onnur tíðindi