Skriva út

Óðalsrættur okkara í himli

27.11.2019 Tíðindi
Eitt snjóhvítt herlið er at sjá.jpg

Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í atventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum. Honum, sum gav okkum óðalsrætt saman við sær í ríki Guds

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
 
Eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guds arvingar, og Krists samarvingar.

(Róm. 8,17)


Atventstíðin er fyrireiking til jólini. Hetta orðið verður brúkt til hendan partin í kirkjuárinum, tí vit hugsa um Jesu komu. Sonurin, sum Gud sendi í heimin at gera mannaættina til sínar arvingar og samarvingar við Honum í ríki sínum.

Atventssunnudagur er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og atventstíðin fevnir um fýra teir seinastu sunnudagarnar fyri jól. Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í atventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum.

»Ætt eftir ætt søkkur undir mold, / men ongantíð tagnar ljóðið av himli, / sum gleðir sálir her á fold«. Ætt og ogn – arvarættur og óðalsrættur ‒ er sama orðið. Á teimum norrønu málunum hevur orðið fingið týdningin slekt, men á hinum germansku málunum merkir sama orðið ogn. Á gotiskum ‘aiths’, á angulsaksiskum ‘æth’ og á fornhátýskum ‘eth’. Upprunatýdningurin av orðinum er: tey, sum hoyra uppí ella hoyra saman; sbr. fornírskt ‘icht’, ið merkir komandi slektin ella ættarbólkur.

Orðið ‘óðal’ er óivað avbrigdi av aðali, sum víðari kann rekjast aftur til grikska orðið ‘atalos’ í merkingini barnsligur. Hetta orðið stavar aftur frá ‘atta’, sum hjá Homer merkir: kæri faðir, góði gamli; á latíni ‘atavus’, sum merkir faðir at oldurabba, men í fleirtali ‘atavi’. Eisini nýtt í skaldamáli í týdninginum forfedrar, haðan fremmandaorðið ‘atavisma’ stavar, sum merkir endurkyknan av ættarbregði frá einum forfaðiri, sum hevur livað langt afturi í tíðini.

Hildið verður, at felagsgermanska orðið ‘aþela’ ella ‘oþela’ stavar frá indoeuropeiska orðinum ‘atta” í týdninginum forfedrarnir, og hiðani stavar víðari angulsaksiska ‘eþel’ og ‘oþel’ í týdninginum arvagóðs, sambr. fornsaksiska ‘othil’ og fornhátýska ‘uodal’ í somu merking.

Hesin felagstýdningur av orðunum ætt, ogn og óðal bendir aftur á eina tíð, tá ið allur ognarrætturin var hjá ættini. Hetta var í fyrstu syftu galdandi fyri ættargarðin. Tey ymsu ættarliðini, ið sótu fyri garðinum, høvdu í veruleikanum einans nýtslurætt.

Ognarrætturin var hjá ættini, og hesin rættur bendi aftur til teir aldargomlu fedrarnar, smbr. týdningin av ‘atavus’

Í GOTISKU SILVURBÍBLIUNI (Codex Argenteus uml. 500-525) finna vit orðið »atta« í bønini Faðirvár. Byrjanarorðini »Faðir vár, tú sum ert í himlinum« ljóða soleiðis á fornhátýskum: »atta unsar þu in himina«. Ein faðir á himni eiga vit og eru hansara arvingar.

Orðið atvent er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av »adventus domini« = »koma Harrans«, av fyrisetingini ad »at, til« og sagnorðinum venire »koma«. Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var »jólafasta« (jólaføsta). Tá hevði fólk ‒ sum føroyingar eisini til fyri stuttum ‒ bindindi at bíða við jólastákanini til jólini komu.

Orðið atvent hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt advent við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella ‘ead-/eatvent’ við toygdum a sum í orðinum ‘at’. At siga ‘a:dvent’ við longum óføroyskum ‘a:’, sum nú hoyrist á øðrumhvørjum munni, er nýtt og man vera nýkomið úr donskum.

Í HALGUBÓK verður talað nógv um arv, arvingar og arvalut, sum Várharra hevur givið okkum lut í heima hjá sær. Yndisliga ljóða orðini í Halgubók um framtíðararvin, sum Guds børn eiga:

Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar ... til ein óforgongiligan, óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlinum.

(1. Pæt. 1,3-4)

Allur arvur okkara her á jørð hevur sína avmarkaðu tíð, men hesin arvur okkara í himli er »óforgongiligur«, »óumspilliligur« og »ófølnandi«. Virðið í hesum arvi ferst ikki, dálkast ikki og minkar ikki. Og so er hann goymdur á tryggasta staði, ið hugsast kann – í himli!

Fyrstu arvingar eftir foreldrini eru børnini. Og hetta er eisini galdandi í andliga lívinum. Várharra eigur eftir seg einans annað ættarlið, einki triðja, so tað eru einans børnini, ið arva. Men neyðugt er at gerast eitt Guds barn um vit skulu fáa lut í himmalska arvarættinum, og tað er einans gjøgnum nýggju føðingina, ta andaligu við trúnni á Jesus Krist.

Orðini í Opinberingarbókini um stóra hvíta skaran, ið savnast um hásæti Guds hóvar okkum væl eins og yndisliga sálm Brorsons »Eitt snjóhvítt herlið er at sjá«. Tá ið vit síggja hesa myndina, gruna vit hvat ið sæla er.
Brorson dregur tjaldið frá:

Eitt snjóhvítt herlið er at sjá
sum túsund fjøll við kava á.
Her háð og spott teim boðið varð;
men síggj tey nú so rein og skær
gullkrýnd at stá
Guðs hástól hjá
skrýdd prestabúna har.

Og hvør tekur ikki undir av hjarta og sál at fagna teimum í síðsta ørindi:

Til lukku vala kappalið,
ja, túsundfalt til lukku við.

Sálmurin er trý ørindi. Fyrsta ørindi hevur J. H. O. Djurhuus týtt, hini bæði Jóan Chr. Poulsen í Hesti.