Skriva út

O, sæli krossur, einasta vón

02.05.2019 Tíðindi
1.jpg

KROSSMESSA: O crux ave spes unica. Hesi orðini standa á altarkrossinum í Skúvoyar kirkju. Hjá Føroya elsta kirkjuliði. Tey merkja: »O, sæli krossur, einasta vón«. Á Sigmundarsteini í Ólansgarði er eisini ein krossur ristur. Eitt vartekin. Í Skúvoy búði tann høvdingur, ið boðaði kristindómin í Tinganesi um ár 1000. Sigmundur Brestisson.

Pól á Kletti

poulkletti@hotmail.com

Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð,

tá ið foldin hon vaknar, hin ungmoy so blíð,

setir blómur í barm, setir blómur í hár,

fer í stakkin hin grøna, sum fríðkast hvørt ár.

Tað er dámligt í Føroyum, tá hvør rødd rópar:

Vár, tað er vár!

(Tróndur Olsen)

Á krossmessu, 3. mai, avdagast ikki. Nú er so langt útliðið, at summardagræði hevur vunnið á dimminum. Krossmessudagur er nú fríggjadagin komandi. Hann hevur upprunaliga verið hildin til minnis num, at krossur Krists varð afturfunnin.

Tað var hin heilaga Helena, ið fann krossin. Hon var móðir keisarans Konstantin mikla. Sagt verður, at hon 80 ára gomul var á pílagrímsferð í Jerusalem í árinum 326. Tað var brennandi ynski hennara at finna krossin, sum frelsarin varð negldur á.

Í mongum londum eru flísar og sprek av krossi Krists goymd sum halgigripir í kirkjum og klostrum. Eisini í Múrinum í Kirkjubø. Axel Tórgarð, prestur, helt einaferð skemtiliga fyri í einum útvarpsfyrilestri um dagar og nøvn í álmanakkanum, at hetta man hava verið ein óføra stórur krossur, tí um øll hesi sprek og allar hesar flísar vórðu savnað saman, høvdu tey fylt upp heilar timburgoymslur.

Halgigripir ella ei, kristintrúgvandi fólki er hesin krossur stórur kortini, og tungur var hann hjá Frelsaranum at bera út á Golgata. Á honum bar hann allar okkara syndir – líðingarvegin okkum til bjargingar. Kross hava fólk rist fyri sær, tá tey signaðu seg. Og tey skóru hann í skøft á ymsum eggjørnum og í vaðkallar og ristu í vaðsteinar. Krossprýddir steinar eru funnir í forngrevstrum. Í Skúvoy er í Ólansgarði krossmerkti Sigmundarsteinur og á Toftanesi eru funnir trækrossar.

Um Ólansgarð og krossprýddar steinar í Skúvoy finna vit tær fyrstu fornfrøðiligu upplýsingarnar í uppritum, sum liggja eftir danska jarðfrøðingin Johan Georg Forchhammer (1794-1865) og enska vísindamannin Sir Walter Calverly Trevelyan (1797-1879).

Forchammer og Trevelyan vóru góðar fýra mánaðir í Føroyum í 1821 her teir gjørdu jarðfrøðiligar og aðrar vísindaligar kanningar. Úrslitini legði Trevelyan fram alment, m.a. í stuttum ritgerðum, prentaðum í Edinburgh um steinfrøði Føroya og um vøksturin og hitalagið. Forchhammer gav í 1824 út ta meira víðfevndu ritgerðina »Om Færøernes geognostiske Beskaffenhed«.

Beint áðrenn Forchhammer fór til Føroya, hevði hann gjørt jarðfrøðiligar granskingar í Onglandi og Skotlandi, og tað er úr Skotlandi, hann siglir til Føroya, higar hann kemur á Havnina 6. juni 1821. Sama dag skrivar hann úr Havnini bræv til móður sína í Tønder í Suðurjútlandi, har hann m.a. sigur frá, at vinmaður hansara og ferðafelagi er ein dámligur og skilagóður ungur maður, ið er sonur ein enskan barón […].

Forchhammer skrivaði dagbók á ferðini, og í 1827 gav Ad. Clément hana út við heitinum »Rejse til Færøerne«. Tað er í hesi dagbók, vit finna upplýsingar um søgulig fornminni í Skúvoy. Fríggjadagin 6. juli 1821 skrivar Forchhammer (týtt úr týskum, ið var tað málið, F. skrivaði dagbók sína á; hann hevði fingið útbúgving sína í Kiel):

»Rejse til Skouøe. Sigmund Brestessøns Gravsten udstyret med et simpelt Kors tæt ved Ruinen af en Kirke. Er nu næsten helt nedsunken i Jorden. Den [t.e. gravsteinurin] ligger nu i Agerland. Manden [hetta má vera eigarin ella uppsitarin] vil grave den frem. En formodet Gravsten for han [t.v.s. Sigmundar] Hustru Thura [Turið] i en ‘Keln’, men ganske øjensynlig meget nyere. Korset meget elegantere.«

Tá ið Forchhammer skrivar »Keln« á týskum, hugsar hann kanska um ein hjall. Orðið »kælder« varð nýtt um goymslurúm.

Meðan Trevelyan er í Skúvoy teknar hann tveir krossprýddar steinar.

Annar er Sigmundarsteinur í Ólansgarði, og hin, ið er sagdur at vera Turiðar, var laðaður inn í vegg í bygdini. Trevelyan hevur á tekning síni sett báðar gravsteinarnar saman, soleiðis sum hann upprunaliga helt teir hava verið.

Tekningin er til skjals á danska tjóðsavninum í Keypmannahavn og er førd inn í gerðabókina hjá »Oldsagskommissionen« í 1822 undir nummarinum DLXXVII. Í gerðabókini stendur hetta um tekningina: »Foræret af Hr. Trevelyan til Wellington ved Newcastle i Northumberland, som i 4 Maaneder har opholdt sig paa Færøerne 1821, og derpaa kom til Kiøbenhavn.«

Á Tjóðsavni Føroya eru varðveittir sjey av teimum krossprýddu steinunum, ið funnir vórðu, tá ið farið varð undir at gera Ólansgarð til kirkjugarð tíðliga í farnu øld.

Tá skúvoyingar fóru undir at gera veg oman á støðna tíðliga í 1980’unum, varð funnin steinur, sum eftir nærri eftirkannan vísti seg hava verið krossmerktur og ristur við sonevndum stungnum rúnum. Reglurnar eru tríggjar. Fyrsta regla ÍSLE, onnur faðirsnavnið GISL(A) (SON).

Mansnøvnini Ísleifr (Ísli) og Gisli vóru heilt vanlig norrøn nøvn í miðøld. Vit kenna tey úr Noregi, men serliga vanlig vóru tey í Íslandi frá víkingatíð og í miðøld. Í einum skjali frá umleið 1400 vera nevndar fýra systrar í Skúvoy, ein teirra eitur Gislaug.

Í týðing av triðju reglu verður lisið orðið »mér«. Hetta orðið er sjáldsamt á rúnasteinum. Men kanna vit íslendskar rúnasteinar, sum flestir eru gravsteinar frá 1300-árunum og seinni, er dømi um stein, nevndur Hallbjarnareyri 1, har hetta orðið kemur fyri. Har stendur, at her hvílir Valgerður Gunnarsdóttir »... og biðið fyrir mér«.

Hyggur tú at framsíðuni á rúnaprýdda skúvoyarsteininum, so sært tú at stykki er stokkið burturav vinstrabredda; eftir stendur brot av einum ristum merki. Við strikumynd sum framhaldi av hesum merki, ber til at síggja, at hetta hevur verið ein krossur.

Havandi í huga, at steinurin, sum funnin varð undir vegagerðini í Skúvoy í 1982, hevur verið ein krossprýddur gravsteinur, er ikki óhugsandi, at ein orðing, lík henni á Hallbjarnareyri 1 kann hava verið rist í hann.

HER ERU SJÓNLIG TEKIN um, at alt frá gamlari tíð er hin heilagi krossur borin út um land okkara. Frá tí at Føroyar vórðu bygdar, eru tær signaðar og vígdar av krossinum.

Víða hvar í Føroyum – at kalla í nánd av hvørji gamlari bygd er eitt ella annað stað, ið ber krossins navn: Krossstíggjur, Krossbrekka, Krossdalur, Krosstúgva, Krossgil, á Krossi o. s. fr.

Gamlar søgur siga eitt sindur um, at slík nøvn á ein ella annan hátt hava havt sakralt grundarlag – t.e. halgihald og gudsdyrkan. Og Jákup doktari Jakobsen kom í sínum rannsóknum eftir, at á støðum við krossnavni hevur í gomlum døgum staðið ein krossur (í katólsku tíðini); aloftast við bygdagøturnar.

Har sum krossurin stóð, haðan sást kirkjan ella bønhúsið í bygdini. Har steðgaðu fólk, hildu bøn og signaðu seg. »Har kendu tey sær trygd og heimasælu. Har kendu tey seg á halgari, friðlýstari grund,« sigur Jákup Dahl í savninum »Glottar«.

Av hesum gamla siði munnu ivaleyst tær nógvu søgur vera sprotnar um at fólk vera bjargað úr vanda, tá kirkjan sæst. Sunnan fyri stíggin á Skarði í Hesti er tjørn, ið nevnd verður Nykutjørn. Ein dagin, nykurin kom upp úr tjørnini og legði eftir manni, ið var staddur har uppi á oynni, rann maðurin sprongisgongd niðan brekku eystan fyri tjørnina. Komin niðaná, sást kirkjan í Kirkjubø. Tá kundi nykurin einki gera og fór aftur í vatnið. Brekkan hevur síðan verið nevnd Sprongisbrekka.

Fólk kunnu av ymsum grundum villast á avleiðir og har koma í vald hjá vondum maktum – huldufólkum og gívrum og øðrum ófreskum skepnum. Tað ræður um at renna undan tað dýrasta, ein er mentur at bjarga lívinum. Men hini fornisku nærkast í heilum, sum søgnin um »Seyðamannin á Sondum« sigur frá. Og tá í evstu stund kom kirkjan undan. »Her er Gud og kirkjan, trífoldigheitin øll« (sí kvæðið »Seyðamðurin á Sondum«). Tær vondu maktirnar mistu megi sína og fólk vóru bjargað.

Krossurin var teimum til bjargingar. »O crux ave spes unica«. O, sæli krossur, einasta vón.

AT FERÐAFÓLK STEÐGAÐU við krossin fyri at halda bøn, má sigast at hava verið ein bæði vakur og góður siður. Hetta minti tey á at hava Gud í huga í øllum lívsins viðurskiftum, og var teimum ein greiður boðskapur um, hvønn týdning, krossurin hevði fyri lív teirra.

Jesu krossur stendur enn á lívsgøtu okkara sum ein boðberi um góðgerð og signing Harrans. »Hann er aðalgreinin í tí boðskapi, sum kristnin frá fyrsta degi hevur borið út um mannaheimin,« sigur Jákup Dahl.

Hvussu ymiskur hugburður teirra kristnu annars kann vera, so eru øll samd um, at ikki eigur at vera berligt um tað minnismerki, ið eitur Krossur Krists. Á sama hátt sum vit á flaggdegi okkara og á hátíðardøgum fylkjast um ta merkisstong, ið ber krossmerkið – flagg okkara. Um krossin savnast alt, ið kristna navnbót ber.

At allur heimurin liggur á hinum illa, minnir krossurin okkum á (1. Jóhs. 5, 19). Hann talar um ta synd og sorg og neyð og pínu og myrkur, sum mannalívið mangan knógvar undir. Men krossurin ber eisini boð um eina Guds kraft til frelsu (Róm. 1, 16). Hann talar um bjarging úr neyðini, um ljós í myrkrinum. Um bjarging frá vonddómum. Um ein bøtandi kærleika.

Hesi gleðiboð ber krossurin okkum. Hann leiðir okkum í faðirs garð. Heim til faðir okkara á himli. »O crux ave spes unica«. O, sæli krossur, einasta vón.

EYÐKENNIÐ FYRI KRISTINDÓMIN er krossurin. Hann eyðkennir, hvør tann Gud er, sum tú játtar trúnna á, at tú tilhoyrir hinum krossfesta Jesusi úr Nazareth. Flestallar kirkjur munnu hava ein kross standandi á altarinum ella festan á bróstið ella veggin fyri innan. Og tá prestur er, verður krossmerkið rist undir gudstænastuni.

Sum við handaálegging, so er eisini krossmerkið eitt tekin um, hvussu nógv kann sigast við kroppinum. Tað er gamalt at signa børnini, áðrenn tey fara út um morgunin og áðrenn tey verða løgd at sova um kvøldið.

Krossurin var í gomlum døgum ein stokkur við tvørbjálka at negla deyðadømd á. Krossurin ber tó ikki einans boð um, at Jesus varð negldur á hann, men ikki minni, at hann reis upp. Krossurin er sostatt eisini tekin um lívstræið.

Tá barn verður borið til dópin, ristir prestur krossmerkið fyri andlit tess og bróst við orðunum:

Tak við hinum heilaga krossmerki

bæði fyri andlit títt og bróst títt,

til vitnisburðar um

at tú skalt tilhoyra

hinum krossfesta harra Jesusi Kristi.

Fyri andlitið fekst tú krossmerkið sum eitt ytra tekin, fyri bróstið sum eitt innara tekin. Krossmerkið á enninum er eitt heiðurstekin, so at eingin ivi skal vera um, hvør frelsari tín er. Krossmerkið fyri bróst títt, har sum hjartað er, er tekin um, at tú avnoktar djevulin. Tað merkir, at eingin vond makt skal vinna á kærleikanum. Krosstekinið merkir, at bæði høvur og hjarta eru vard ímóti teimum syndrandi máttunum.

At avnokta tað illa er her í lívinum at velja tað góða framum. Avnoktanin er eitt kall til mótstøðu ímóti syndrandi maktum. Ikki er nóg mikið, at tú stúrir fyri, at tað góða fær ikki nøktandi sømdir, ella at tú kúrir og gremur teg um, hvussu óndskapurin ótarnaður herjar fram, tí Gud hevur kallað teg til at fremja hitt góða og at stríðast ímóti tí illa. Tað er okkara stóri heiður – at standa við Harrans lið og har vera samstríðsfólk hansara ímóti øllum heljarherliðum.

Kærleikans tekin er krossurin. Og tú skalt vita, hvat tú eigur at gera og hvør lívsleið tín er. Her er talan um eina avýting ‒ at rógva á tey mið, sum nevnast Friður, Semja og Fyrigeving. Uttan mun, hvar vit eru stødd, so er hetta stavnhaldið lívsneyðugt.

Eitt uppreisnartekin er krossurin. Ein skjøldur ímóti teim lívshóttanum, har líkasæla ræður, ella har menniskju stríðast ímóti hvørjum øðrum. Krossmerkið stuðlar og mennir kristinlívið; t.d. tá tú ert til altars og fer frá altarborðinum við hesum orðum:

Hin krossfesti og upprisni frelsari,

vár harra Jesus Kristus,

sum nú hevur givið tykkum sítt heilaga

likam og blóð,

sum hann hevur gjørt fulnað við

fyri allar syndir tykkara,

hann styrki og uppihaldi tykkum harvið

í sannari trúgv til hitt æviga lívið!

Friður veri við tykkum.

Við friðarheilsanini ristir prestur (vanliga) kross. Annar armurin á krossmerkinum, tann, sum er loddrættur, knýtir jørð og himmal saman; tað var krossfestingin tekin um. Av tí, at vit hoyra Kristusi til, eru vit frelst og fræls. Frælsi til at liva í heiminum uttan at lata seg kúga av honum. Vatnrætti armurin á krossinum vísir okkum á heimin og felagsskapin við onnur menniskju. Við ábyrgd og myndugleika eiga vit at umsita kærleika krossins.

Signing Árons móti endanum á gudstænastuni, endar við at prestur ristir kross. Vit verða send út í lívið við krossmerkinum sum tekin um Guds vælsignilsi. Prestur lyftir hendurnar móti kirkjufólkinum sum tekin um at tú verður sendur úr heilaga húsinum við einum lyfti og eini uppgávu. Í teim lyftu hondunum sæst Harrans vernd og varðveitsla. Tí kunnu vit í tryggleika og friði halda fram á lívsleið okkara. Og soleiðis fara vit at síggja Gud aftur.

Í FLEIRI MANNAMINNI høvdu tey í eini bygd havt ein kross standandi á altarinum í kirkjuni. Har høvdu mong ættarlið havt henda krossin fyri eyga. Hann var tað fyrsta, børnini vóru var við, tá ið tey vórðu borin ella leidd í kirkju. Og tey gomlu, ið gránað og kropnað stigu síni seinastu spor inn um kirkjugáttina, hugdu sorgblíð at honum.

Á nógvum gravum á kirkjugarðinum uttanfyri vórðu settir krossar. Allir í sama sniði sum tann inni á altarinum. Men so hendi tað, at fólk í bygdini fingu tað hugskot at fáa eina mynd til eina altartalvu ístaðin fyri krossin. Og so varð.

Áðrenn henda altarmyndin kom í kirkjuna, hendi tað ein dagin, at tveir menn, sum báðir vóru føddir og vaksnir upp í bygdini og so mangan dag høvdu sitið har í kirkjuni, men síðan høvdu búð mong ár í aðrari bygd, nú báðir vóru komnir í gomlu kirkju sína og sóu nýggju altarmyndina, sum skuldi avloysa krossin á altarinum. Teir komu á tal saman og spurdu báðir: Hvat verður nú av krossinum? Teir vóru góðir við krossin og fóru at sakna hann og kendu stóran miss nú hann ikki fór at vera har á altarinum longur. Her var nakað gott og signað tikið frá teimum.

At missa krossin tolir lív okkara ikki. Frá tí at Føroyar vórðu bygdar, eru tær signaðar og vígdar av krossmerkinum. Teir fyrstu, ið búsettust her í oyggjunum vóru krossmenn.

»O crux ave spes unica«. O, sæli krossur, einasta vón.

Við Jesu kross har sál mín trygg kann vera,

har kann ei nakað ónt mær skaða gera,

har fæst tann hvíld, sum mær er tørvur á,

tí vil eg Jesu krossi vera hjá.

(H. M. Jacobsen)