Skriva út

Nýtt prestagjald

20.12.2017 Tíðindi
Nýtt prestagjald

Fyri stívliga tveimum árum síðan heitti biskupur á landsstýriskvinnuna at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald varð býtt sundur í tvinni prestagjøld. Tíðliga í heyst fekk umbønin játtandi svar.
Fyrsta januar 2018 verður Norðstreymoyar prestagjald formliga býtt sundur.

Norðstreymoyar vestara prestagjald
Prestagjaldið fevnir um kirkjusóknirnar: Kvívík, Vestmanna og Kollafjørð. Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum við bústaði í Kvívík og í Vestmanna.
Sóknarpresturin í Kvívík hevur kirkjubøkurnar um hendi og er myndugleikin við atliti at skráseting av føðing og jarðarferðum. Starvstíðin er 1/1.
Sóknarpresturin í Vestmanna virkar hálva tíð í Vága prestagjaldi, so samlaða starvstíðin er 1/1.

Norðstreymoyar eystara prestagjald
Prestagjaldið fevnir um kirkjusóknirnar: Hvalvík, Hósvík, Saksun Haldórsvík og Tjørnuvík.
Sóknarpresturin, ið býr í Hvalvík, hevur kirkjubøkurnar um hendi og er myndugleikin við atliti at skráseting av føðing og jarðarferðum. Starvstíðin er 1/1.

Virkisøkið
Sóknarpresturin í Kvívík hevur sítt virkisøki í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
Sóknarpresturin í Hvalvík hevur sítt virkisøki í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.
Sóknarpresturin í Vestmanna virkar í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi og Vága prestagjaldi.

Samstarv tvørtur um prestagjøld
Nevndu prestagjøld verða sostatt sjálvstøðug. Gamla siðvenjan við atliti at samvinnu verður lagað til nýggju umstøðurnar. Samstarv millum prestagjøldini er eitt innanhýsis mál millum avvarðandi kirkjuráð og sóknarprestarnar í Norðstreymoy.
JF