Skriva út
Nýtt lagsavn
13.03.2015 Tíðindi
Føroyskt Kirkjumál hevur givið út nýtt lagsavn til Sálmabók Føroya Kirkju við lættari útseting.
Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur, hevur lagt lagsavnið til rættis.
Í formælinum verður m.a. sagt, “at lagsavnið er ætlað til byrjanarfrálæruna í sálmaspæli. Spælast kann bæði á klaver og á urgu. Í bókini eru lættar útsetingar av 44 kendum sálmaløgum.”
Lagsavnið er 47 bls., og kostar kr. 250,-. Lagsavnið fæst til keyps í bókabúðunum.
Onnur tíðindi