Skriva út

Nýtt fólk til kirkjuráðsfelagið

16.03.2022 Tíðindi
2022-03-15-kirkjuradsfelag_2.jpg

Leygardagin 26. mars hevur Felagið fyri Kirkjuráðslimir ársaðalfund, sum hesaferð verður á Hotel Føroyum. Fundur er lagdur soleiðis, at kirkjuráðslimir úr øllum landinum fáa verið við.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen.

Nevndina í felagnum manna seks nevndarlimir og ein prestur, umframt at tveir tiltakslimir skulu veljast fyri nevndarlimirnar, ið eru leikfólk, og ein tiltakslimur fyri prest.

Hesaferð er støðan tann, at nýggj fólk skulu veljast, tí av sitandi nevndarlimum taka Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna, Elsebeth V. Simonsen, næstforkvinna, Katrin Højsted, skrivari og kassameistari, og Theodor Eli Dam OLsen, prestur, við afturvali.

Hesi eru tó ikki nóg mong til at manna nevndina, so veljast skulu í øllum førum fýra leikfólk og ein prestur, so nevndin kann vera fullmannað við tiltakslimum.

– Nú nevndin í felagnum skal veljast av nýggjum, heita vit á kirkjuráðslimir at koma við valevnum, sigur Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna, í innkallingini til aðalfundin, ið eisini skal gera onkrar smávegis dagføringar av viðtøkum felagsins.

Fylgja ferðaætlanini
Í mun til undanfarin ár byrjar aðalfundurin eitt sindur seinni á degnum, tí lagt verður fyri beint fyri miðdag, klokkan 11.30. Hetta er, fyri at tað skal vera høgligt hjá bæði suðuroyingum og øðrum kring landið at leggja sær dagin til rættis, so alt passar við ferðaætlan og annað.

Á miðdegi bjóðar forkvinnan í felagnum vælkomin og síðani hevur Theodor Eli Dam Olsen eina andakt, áðrenn farið verður til vanligu skránna, ið fyrst fevnir um val av fundarstjóra og síðani tey punktini, aðalfundurin krevur.

Tá ið sjálvur aðalfundurin er fingin frá hondini, verður orðið givið Andriasi Ziska, ið fer at umrøða uppgávuna hjá kirkjuráðslimum, kirkjutænarum og hjálparfólkum, umframt tann týdning hesi hava í kirkjulívinum.

Ólavur Gregersen, stjóri og stigtakari til Ocean Rainforest, fer eftir hetta at halda fyrilestur við bíbilska heitinum “Sum tú sáar, skalt tú heysta”, sum er um aling av tara og um at minka co2-útlátið.

Síðani verður døgurðasteðgur, og eftir hann syngur kórið Silvitni, áðrenn landsstýrismaður í mentamálum, Jenis av Rana, fær orðið. Sum vant, verður tað Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið tekur saman um og endar dagin.