Nýtt ár
Vit hava fingið eitt nýtt ár, 365 nýggjar dagar at brúka, gagnnýta og njóta.
Alt, sum hevur virði í okkara lívi er nakað, sum vit hava fingið. Alt annað - sum vit keypa - er slíkt, sum kann koyrast burtur ella sum okkurt annað kann setast ístaðin fyri.
Men so er ikki við heilsu, menniskjum at elska, smílum, einari góðari gerð, eini hjálp, eini vegleiðing – listin er langur.
Vit verða glað og rørd og hugtung, tá vit fáa eitt nýtt ár litið upp í hendur. Gleði og ørska um dagarnar, sum liggja fyri framman, har alt gott kann henda mær. Bivandi kenslur, um nakað annað kann fara at henda ella…
Vit hoyra ofta fólk siga, at føroyingar eru melankolskir, okkara sangir eru kenslubornir við einum tilverutráði, sum er ”bláur” og djúpur.
Kanska er tað so, tí vit eru eitt fólk, sum má leita burtur í onnur lond at nema sær útbúgving, vit siga farvæl fleri ferðir um árið, tá unga ættarliðið lendir á oyggjunum nakrar dagar, fyri so aftur at fara umborð á flogfar og skip til annað land.
Og so stendur eldra ættarliðið í terminalinum á flogvøllinum og er á tremur við kenslum og tankum.
Terminalur er sama orð, sum vit brúka, tá nakað endar. Vit eru komin til eitt mark og vit standa eftir við hjarta og høvdið fullum av góðynskjum og kærleika til vakra ungdómin, sum fer avstað.
Men tá kenslan verður ov blá, so uggar man seg við :”tey koma nokk aftur, vita bara”.
Og eina ferð varð lítla barnið lagt í mínar hendur at elska og varða og havi eg nú gjørt mítt ítarsta ? Havi eg lagt nóg gott í beinið? Eru tey sunn menniskju, sum kenna sína søgu og hava støðufesti?
Var i vøkrum og glæsiligum brúdleypi millum jólanna. Hugsaði um ung menniskju, sum fara heimanífrá og verða hjún. Tey geva seg hvørt til annað og foreldur geva teirra størstu gávu víðari.
Mission accomplished og man situr eftir við ENS, sum merkir ”tómt reiður syndrom”..nú eru allar pisur floygdar og tær spenna teirra flog og gamli fuglurin fylgir við og samgleðist.
Hugsa tær, um vit aftaná lívslok skuldu givið menniskjuni, okkum vórðu givin at fylgjast við, aftur til teirra upphav ?
Hvussu vignaðist ? Megnaði eg at gera menniskjuni glað og trygg? Var eg góð fyrimynd ? Varaði eg væl um mannabarnið, mær varð litið upp í hendur ?
Um man hevur hetta fyri eyga varar mann kanska meiri um orð og gerðir, tí aðalmálið hja menniskjanum er at gera tað liviligt hjá næstanum. Og tað er ikki altíð, at tað eydnast, menniskjabørn eru vit jú.
Og ”tað bláa” er sum himinsins mynd, og havsins dýpi og gott er við hvørt at kenna og sanna ”hví kenslan er so myrkablá” – at tað er tí man hevur onkran at vera góður við og onkran, sum er góður við ein.
Tað gevur treysti, tá vit við ársbyrjan aftur sessaðust í árabátinum við teimum, okkum untist at fylgjast vit og rógva víðari.