Skriva út
Nýtt altarteppi og nýggjur gólvleypari í Sandavágs kirkju
03.10.2012 Tíðindi
Sunnudagin 23.september var nýggjur leypari og nýtt altarteppi tikið í brúk í Sandavágs kirkju. Tað er Súsan í Jákupsstovu, listakvinna, sum hevur virkað og evnað til.
Um hetta arbeiðið sigur Súsan í Jákupsstovu:
“Kirkjuráðið, v.Heina F. Petersen formanni, vendi sær til mín. Helt fyri, at tað, sum lá á gólvinum var so slitið, at tey umhugsaðu at fáa nýtt, og spurdi, um eg vildi veva -um so varð. Vit avráddu, at eg skuldi koma vestur at hyggja. Eg helt, at kirkjan varð lættari og vakrari um meir sást av gólvinum.
Gólvið var málað undir bríkunum, men um kórið alt var teppi. Vit, kirkjuráðið og eg, samdust um, at leypari skuldi í kirkjuskipið og forkirkjuna og eitt teppi í altarið; restin av gólvinum skuldi málast grátt. Eg skuldi fara heim at tekna og gera veviroyndir, og vit skuldu so tosa saman aftur. Eg fór til hús og gjørdi royndarlepar og skitsur og síðan vestur aftur við nøkrum uppskotum. Kirkjuráðið hevði øll uppskotini eina tíð og ringdi so og boðaði frá, at tey høvdu valt, og eg lovaði at veva.
Mynstur
Altarteppið er myndavovið. Í miðum teppi eru 3 fiskar. Tað er gamalt symbol fyri tríeindina, og ein krossur er eisini í myndini. Fiskamyndina helt eg eisini hóska til Sandavág. Litavalið er, aftur at teimum í gólvleyparanum, nógv gylt/gulligt og eitt lítið sindur av reyðum – heildin, tá ið hugsað verður um altarklæðið/antependiið og knæfallið/ fótskørina, ið eru reyð og gylt. Gólvleyparin er ljósagráur og blágráur, og mynstrið er krossurin.
Gólvleyparin í forkirkjuni er úr sama blágráa og eitt sindur døkkari gráum tógvi. Mynstrið er tað sama, men leyparin soleiðis eitt sindur døkkari enn tann í kirkjuskipinum.”
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi