Skriva út

Nýggjur prestur í Ónagerði

28.04.2015 Tíðindi
Nýggjur prestur í Ónagerði

Dýrabiðidag hin 1. mei verður ungi klaksvíkskingurin, 27 ára gamli Jóannes Purkhús, prestvígdur við guðstænastu í Christianskirkjuni kl. 11, og kl. 18 sama dag verður hann innsettur við guðstænastu í Viðareiðis kirkju.

Jóannes Purkhús er hin 44. sóknarpresturin í føstum starvi í Ónagerði síðan trúbótina. Hin fyrsti, Schoutræd Joensen, sat frá 1538 til 1549, tá ið hann doyði við at detta oman í Uppsalahaga í Klaksvík av rókini, sum síðan varð nevnd ”Schoutrædsrók”. Næsti sóknarpresturin í Norðoyggjum æt Ole Thomassen. Hann sat 22 ár í embætinum(1549-1571), og hin triði var Hans Jørgensen(Fyenbo), sum sat 53 ár í embætinum og sá teir 4 synir sínar drukna í briminum í Eiðsvík. Nógvir av teimum seinastu sóknarprestunum í Ónagerði hava ikki sitið so nógv ár í embætinum sum hesir teir fyrstu eftir trúbótina. Fleiri teirra hava bara sitið 2 ár í embætinum og styttri enn tað.

Nú hoyrir ikki so nógv jørð til embætið, men fyrr hoyrdu umframt tær 12 merkurnar á Viðareiði og 4 hjá náðinsgarðinum eisini Gerðagarður í Klaksvík og kanska eisini Biskupsstøðgarður. Við trúbótini fekk kongur fatur á allari kirkjujørðini móti at løna prestunum. Hetta gjørdi hann við at leggja partar av kirkjujørðini til prestagarðarnar. Men tað gav mangan lítið at liva av, tí at fólkið var ofta so fátækt, at prestur mátti geva fólkinum burturav. Esmar Fuglø hevur t.d. í okkara tíð greitt frá, hvussu ið mamman sendi hann oman í Ónagerði við fáum pengum at biðja prest um eitt lamb til keyps, sum hann fekk umframt avroð og pening aftur.

Sóknarpresturin í Norðoyggjum tykist síðan trúbótatíðina og fyri ta tíð eisini at hava búð á Viðareiði. Tað hevur verið í Ónagerði. Men okkurt bendir á, at fyri trúbótina hava prestarnir kanska búð norðan fyri Løksaránna, í Válgarinum tey siga ella á Flatabakka í Fodlendi, har ið kirkja ella bønhús tykist at hava verið. Forpaktarin Niels Petur Michaelsen velti við hond og legði Ónagerðisbøin saman. Hann segði seg koma fram á øsku og okkurt, sum minti um húsaleivd í Válgarinum, kanska kirkjugarð. Toft sást í Válgarinum. Kanska er prestagarðurin fluttur í Ónagerði eftir svarta deyða í 1349, tá ið nógv fólk og nógvar bygdir í Føroyum doyðu út. Fólk óttaðust smittuvandan og fluttu tí bústað. Av teimum 4000 fólkunum, sum búðu í Føroyum, sigst minni enn helmingurin ella niður 1000 fólk vera eftir á lívi, tá ið svarti deyði hæsaði av. Tað var eitt stórt bakkast, sum tað tók nógv ár at vinna á.

Á Viðareiði eins og í Hvannasundi/Norðdepli er fólkatalið vaksið í stórum, tvífaldað, síðan ið tunnilin norður um fjall kom í 1967 og byrgingin um Hvannasund í 1973. Í dag búgva 348 fólk á Viðareiði og 397 í Hvannasunds kommunu, meðan ið fólkatalið á útoyggjunum, har 3 av teimum 5 kirkjunum í prestagjaldinum eru, er munandi minkað, soleiðis at tað í dag standa at búgva 40 fólk í Fugloy, 14 í Hattarvík og 26 á Kirkju, og 27 í Svínoy, men í veruleikanum eru tey uppaftur færri, sum eru har úti um veturin.

np