Skriva út
Nýggjur minnisvarði í Sumba
07.11.2016 Tíðindi
1.november var nýggjur minnisvarði í Sumba avdúkaður og vígdur. Tað vóru Johanna Thomsen og Jákup Joensen, sum avdúkaðu og Uni Næs, dómpróstur, sum vígdi minnisvarðan.
Háttvirda samkoma – góðu sumbingar.
Í dag er 1. november – alla halganna dagur.
Føroya løgting samtykti í 1949 at 1. november skuldi vera minningardagur teirra sjólátnu.
Í dag verður nýggjur minnisvarði avdúkaður og vígdur í Sumbiar sókn.
Tað er eitt gamalt orð, sum sigur: Tala er silvur, tøgn er gull.
Tá ið hesi orðini verða borin fram, verður hugsað um ikki at siga nakað, sum betur var ósagt – fyri frið skuld, tí kanska var ikki neyðugt at birta ein eld upp at loga, sum var óneyðugur.
Eg kom at hugsa um hesi orðini í, nú minnisvarði verður avdúkaður og vígdur í Sumbiar sókn yvir teir, sum farnir eru á sjónum og í bjørgunum og eru saknað í tíðarskeiðinum 1807-2016.
Hesi orðini um at tala og at tiga kunnu eisini setast inn í ein størri samanhang.
Fáu orðini og tøgnin eru eisini í tíðarskeiðum í lívinum, sum eru avgerandi.
Tá ið støðan var hættislig ella vandamikil, var ikki talan um tey mongu orðini, men um tey røttu orðini og avgerðirnar í tøkum tíma.
Eg hugsi eisini um tær støður, sum mangan hava verið í bjørgum, í báti og á skipi, tá ið vandin lúrdi og berast skuldi skjótt at.
Tað liggur í tí dulda, hvat var gjørt og sagt í eini lagnuløtu. Nógvar og drúgvar høvdu frásagnirnar verið, um aldubrot og røkur høvdu kunnað talað um teir ella tey, sum ikki bóru boð í bý.
Í bygdum og býum okkara kring landið hava fólk reist minnisvarðar og minnisplátur í takksemi til teirra, sum farin eru. Minnisvarðin er eisini ein halgi- og friðstaður, har vit kunnu leita og hava eina stilla løtu at minnast tann ella tey, sum farin er.
Tað er eitt mentað fólk, sum hugsar um tey, sum farin eru: hesi, sum vóru við at byggja land og hvør í sínum lagi legði grundina til tað samfelag, vit hava í dag.
Tí eiga tey, sum stig hava tikið til henda minnisvarða, heiður og tøkk uppiborið fyri gott átak at minnast tey, sum farin eru um evstu sýn.
Sumbiar bygd hevur sína áhugaverdu søgu í Føroya søgu, og sum hevur fostrað dugnaligt og vitborið fólk.
Øll tilveran í Føroyum byggir á og er tengd at tí, sum vunnið verður úr havinum. “Hjallurin er á sjónum”, sum tikið verður til.
Tí man tað vera fáur, sum júst føroyingar, sum vita, at havið bæði gevur og krevur, tá ið hugsað verður um lívsins uppihald.
Vit, sum búgva her á landi, byggja land. Vit skapa møguleikar fyri at liva her á landi. Tað hava eisini tey gjørt, sum hava livað fyri okkara tíð. Ymisk hava korini verið gjøgnum tíðirnar at náa hesum máli.
Men tað vóru nøkur, sum gingu undan og løgdu lunnar undir tað samfelagið, sum er okkara í dag. Tað dirvi og áræði, sum fedrar okkara hava víst í arbeiði á sjógvi og landi, er prógv fyri hesum.
Men tær møður og kvinnur, sum heima sótu, hava eisini sín stóra lut í hesi framgongd.
Í stríð og strevi og trongum korum, uppaldu tær børnini og tey ungu at taka ábyrgd, tá ið fedrarnir ikki bóru boð í bý.
Hjálpin, tær fingu, var mangan avmarkað bæði til likams og til sálar, men umsorganin, hjartalagið og hjálpsemi var – kanska ikki við teimum mongu orðunum, men í verki.
Tí eiga vit í virðing og takksemi at minnast hesar landsmenn okkara – kvinnur og menn.
Í dag hugsa vit serliga um landsmenn okkara, sum ikki bóru boð í bý.
Kring land okkara hava vit prýðiligar minnisvarðar, sum boða frá takksemi og virðing fyri teimum, sum farin eru á sjónum.
Vit eiga ikki at lata søguna doyggja .... sum vit syngja, men vit eiga framvegis at byggja land okkara og gera tað til eitt gott stað at búgva hjá fólki okkara.
Tað skylda vit teimum, sum undan eru farin.
Fyri skjótt hálvarið øld síðani kom út bókin hjá skaldinum Poul F. Joensen: Ramar risti hann rúnirnar (1967).
Fáur hevur sum Hargaskaldið dugað at nortið við og gjørt viðmerkingar til samfelagsmál. Væl er yrkt og skrivað í góðum mergjaðum føroyskum máli.
Í sálmabókini er ein týðing av sálminum: Lít tú bert á títt Faðirvár, sum Poul F. Joensen hevur týtt eftir Grundtvig (nr.386 í SFF).
Skaldið Poul F. fevndi víða í skaldsakpi. Henda sálmatýðingin er ein perla millum føroyskar sálmar.
Hóskandi er eina løtu sum hesa, nú tankar okkara savnast um minnisvarðan og tey nøvnini, sum eru rist á minnispláturnar, og vit hugsa um tey, sum varða av, at lesa úr sálmatýðingini hjá Poul F.:
“Lít tú bert á títt Faðirvár, / lat teg ei fet frá tí vikast./ Himmal og jørð í smildur gár,/ aldri tó Faðirvár strikast./ Tað ber Guðs orð í barnsins lund,/ tryggasta vernd í vandans stund,/ prógv um, at Guð er vár faðir.”
Heitið: “Ramar risti hann rúnirnar” minnir okkum eisini á orðini hjá Jesaja profeti, har hann boðar Harrans orð og sigur: “Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga”, Jes 49,16.
Harrin Gud sigur hesi orðini um fólk sítt, men hesi orðini eru eisini ætlað øllum, sum seta álit á hin livandi tríeiniga Guð Faðir, Son og Heilagan Anda.
Orðini.. “í hond mína havi eg rist teg...” eru eins og afturljóð úr sálminum: “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu,” har sungið verður í seinasta ørindi: “Og tá meg fellir deyðin sterki,/og alt í grøv er dult og gloymt,/ gev, Guð, tú tá títt navnamerki/ í hjarta mínum finnur goymt.” (nr.322 í SFF).
Dagurin í dag er dagurin, har vit savnast um øll tey, sum eru goymd hjá Guði – ikki gloymd!
Løtan, sum nú er, minnir okkum á, at ein er Guð, sum valdar ævum øllum.
Hetta er tann góði boðskapurin, vit eiga at rætta hvør øðrum sum ein vónarinnar boðskapur.
Nevndin fyri minnisvarðan hevur gjørt av, at í myrkri skal minnisvarðin vera upplýstir við ymiskum litum: í grønum, bláum, reyðum, bláreyðum (violettum) og hvítum, sum vit eisini brúka í kirkjuligum høpi.
Grøni liturin er vónarinnar litur. Tað var í vón og í treysti, at lagt var frá landi á bláa havið at fáa fong. Men tað var eisini í trúnni á, at vónarinnar Guð við síni umsorgan og kærleika var við á ferðini.
Tað er eisini okkara vón, at hesin vakri minnisvarði og vakri staður má verða ein frið- og verndarstaður hjá tí fólki, sum her býr og higar leitar – ein verndarstaður eins og Sumbiar hólmur hevur verið vernd og skjól hjá bygdini gjøgnum øldirnar.
Tað hjálpi Guð okkum til í Jesu navni.
Lat okkum tí í dag savna huga og tankar okkara í sálmaørindi, sum ljóðar:
“Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,/har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá!/ tá hirðin sítt fylgi/ úr mold og úr bylgju/skal savna, har sorgin um ævir er av,/tí deyður er deyðin, og horvið er hav.”
Guð signi føðiland okkara, Føroyar.
Amen.
Uni Næs
Í sambandi við vígsluna vóru sálmarnir: Stýr míni skútu og Mær halda Harrans hendur, sungnir.
Umframt nøvnini á teimum, sum farnir eru, standa eisini tvey ørindi á minnisvarðanum soljóðandi:
Deytt flótandi árar á stillari aldu,
sum minna um tykkum, sum sjólívið valdu.
Og hvílandi karðar og tigandi rokkar -
dýr minnir um tykkum, forfedrar okkar´.
Úr bergi og brimi og óveltum teigum
tit veg okkum vístu á ókendum leiðum.
Til tykkum, sum ei vunnu aftur av vali -
í hjørtum vit goyma øll minnini sælu.
Her varða vit reisa til tykkara æru,
sum ei vunnu heim til tykkara kæru.
Væl goymd tit nú eru í Frelsarans hondum,
sum fórust her heima og í fremmandum londum.
Onnur tíðindi