Skriva út
Nýggjur messuakul í Kunoy 22. juni 2014.
23.06.2014 Tíðindi
Eitt vakurt summarkvøld um longsta dag, prýðir hin grøni liturin dalar og líðir. Í lýðku grør um gangandi fót. Tað er hugaligt og liviligt í liti og ljósi. Sinnið er lættari, tað grør og livnar.
Eisini innan kirkjugátt nýta vit litirnar til tess at siga eitthvørt. Hin grøni liturin ímyndar lív og vøkstur, og júst tess vegna er tað so lívgandi hjá kirkjuni at fáa ein grønan messuakul.
Ein messuakul verður serliga nýttur til tænastuna við Harrans borð, har vit fáa Jesu likam og blóð. Í kirkjusøguni verður mangan sagt, at vit við at koma til altars fáa breyð og føði, ið skal styrkja trúnna og gleðina í Jesusi Kristi. Vit skulu vaksa, búnast og mennast til tess at verða varðveitt í trúnni og náa málið fyri trúgv vára, frelsu sálanna.
Eisini verður altarsins sakramenti kalla ein matpakki ella eitt skrín, sum vit hava við okkum til arbeiðis ella út í gerandisdagin.
Ein grønan matpakka kenna vit frá námsfrøðingum, lærarum og heilsuverkinum, ið minna foreldrini á, at børnini skulu eta heilsugóðan kost.
Skrínið kenna vit frá útróðrarmonnunum, tá ið teir í gomlum døgum løgdu frá landi. Sum kristin eru vit ávegis móti tí himmalsku strondini, har Jesus býr saman við einglum sínum og teimum heilagu. Til tess at vit ikki skulu ørmaktast á leiðini, søkja vit Harrans borð. Trúgvin fær náðir at njóta Harrans heilaga likam og blóð, sum er føði fyri sálina og fyrigeving syndanna.
Søgan um messuakulin er eisini kærleiki til fedranna kirkju. Samstarv, virkni og ágrýtni. Tað var í desember 2012, at kirkjuráðið tók avgerðina um nýggjan messuakul. Skriv var sent í húsini í oynni, soleiðis at øll áhuga fingu møguleikan at vera við. Og hugskotið fekk góða undirtøku.
31. august í fjør varð farið til verka í Bygdarhúsinum í Kunoy. Tilsamans 4 leygardagar eru brúktir til endamálið, og so var hugskotið veruleiki. Poulina Eliassen, ið er serkøn innan kirkjulist, var við alla tíðina. Hon veitti serkøna hjálp og holla ráðgeving.
Temaið er heimligt. Tilfar og mynstur hevur støði í Kunoyar kirkju.
Messuakulin hevur aftan á rygginum ein kross, sum hevur støði í krossinum á rammuni á altartalvuni. Messuakulin hevur frammanvert eitt symbol, ið er sett saman av 4 hjørtum, sum ímynda kærleika og samstundis minna á, at gleðiboðini skulu náa út til øll fólkasløg og heimspartarnar. Eitt hjarta er ovast á skjøldrinum á útsíðu kirkjunnar.
Messuakulin er grønur av verkligum orsøkum. Grøni liturin verður nýttur í trinitatistíðini, ið er tað longsta tíðarskeiðið í kirkjuárinum.
Krossurin aftan og hjartað framman er seymað í Patchvork. Toy – litirnir eru brendir litir. Liturin innan í kirkjuni og rundan um vindeyguni hevur havt avgerandi týdning.
Messuakulin hevur einans kostað 6.000 krónur, ið er prísurin á tilfarinum. Leiga av høli, alt arbeiðið og serkøn hjálp er veitt kirkjuni sum gáva. At messuakulin er veruleiki er tekin um stóran kærleika til kirkjuna.
Tey, sum hava verið við í átakinum, eru:
Poulina Eliassen, Syrðadalur, Anna Svøðstein, Kunoy, Elinborg Jacobsen, Haraldssund, Janhild Jørgensen, Miðvágur, Bergfríð Danielsen, Kunoy, Ebba Jacobsen, Haraldssund, Anna Hvannastein, Haraldssund, Magna Dania Joensen, Kunoy, Hildigarð Heinesen, Kunoy, Ránnva J. Nybo, Haraldssund, Eghild Poulsen, Kunoy.
Kirkjuklæði mega hanga væl, og Jaspur Kruse hevur gjørt akslartræið.
Vit fegnast um, at kirkjan eisini á hesum øki er í góðum hondum og takka øllum teimum, ið onkursvegna ganga kirkjuni til handa í tænastu Harrans.
Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans biðja vit um Guðs signing yvir tænastuna og vitjanina við Harrans borð.
= = =
Biskupur takkar hjartaliga ídni og kærleika til fedranna kirkju. Júst hesin arbeiðsháttur er bæði skilagóður og sømir seg eini kirkju, ið er ogna alra og samstundis ogn Guðs.
Henda tekstin seti eg mítt navn undir, hóast ikki øll orðini eru míni og keldutilfarið væl úr hondum greitt.
Orð: JF
Mynd: Ketty Poulsen.
Onnur tíðindi