Skriva út

Nýggjur, grønur messuakul vígdur í Viðareiðis kirkju

15.06.2020 Tíðindi
Mynd 2.jpg

Sunnudagin tann 14. juni var familjugudstænasta í Viðareiðis kirkju, og tá varð ein nýggjur, grønur messuakul vígdur. Tað er Paulina Eliasen á Syðradali, ið hegnisliga hevur gjørt henda vakra messuakulin til kirkjuna.
    
Talan var sum sagt um familjugudstænastu, og tí var gudstænastan eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Lættari sálmar og sangir vórðu sungnir, eins og prædikan var barnavinarlig og millum annað tók støði í messuaklinum. Sangbólkurin “Kór reiðmanna” úr Havn setti sín dám á løtuna við góðari sangframførslu, har endað varð við vakra sanginum “Nú nemur náttin við smærur” eftir viðingin Christian Matras. Í hesum sambandi kann til stuttleika verða nevnt, at blómubløðini á bordanum á messuaklinum eru av júst smæruni. Snorri Brend, urguleikari í kirkjuni, sang nakrar lættari sangir saman við børnunum, ið sungu sera væl við. Deknur henda dagin var Ann Kirstin Absalonsen, og klokkari var Henry Sjóstein. Harumframt var eisini altargongd. Tað var Jóannes Purkhús, sóknarprestur, ið vígdi messuakulin og prædikaði.

Motivið á messuaklinum er ein sirkul við einum krossi og fýra fronskum liljum. Sirkulin ímyndar hitt æviga og guddómliga – tað himmalska. Krossurin ímyndar Jesu deyða langafríggjadag, og franska liljan, ið hevur trý bløð, ímyndar hin tríeiniga Gud – Faðir, Son og Anda. Hin grøni messuakulin verður nýttur í tríendartíðini, ið er drúgvasta tíðin í kirkjuárinum, og ímyndar hann lív, vón og vøkstur.

Paulina hevur áður gjørt viólbláan messuakul til Viðareiðis kirkju, og hetta er tí næsti messuakul, hon ger til kirkjuna. Kirkjuráðið setti sær fyri nøkrum árum síðan sum mál at ogna kirkjuni messuaklar í øllum liturgisku litunum. Kirkjan átti tá bert hin reyða messuakulin, men nú eru hin viólblái og hin grøni komnir afturat. Nú vantar so bert hin hvíti (gylti) í, og eftir ætlan verður hann klárur at taka í nýtslu páskadag 2022. Eisini henda fer Paulina at gera til kirkjuna.

Tað er okkara bøn, at nýggi messuakulin fer at vera kirkjufólkinum á Viðareiði til gleði og signingar, at hann fer at vera við til at seta sín dám og sínar litir á kirkjulívið. Tað hevur týdning, at vit í kirkjuni geva rúmd fyri tí, ið er vakurt, og lata tað vera ein sjálvsagdan part av kirkjulívinum.

Serliga hjá børnunum var hetta ein spennandi løta at vera partur av og eisini nakað, ið tey kunnu hyggja afturáaftur við gleði, tá ið tey eru vorðin eitt sindur eldri: At tey vóru til staðar, tá ið nýggi, grøni messuakulin varð vígdur í Viðareiðis kirkju sunnudagin tann 14. juni 2020.

Orð: Jóannes Purkhús.

Myndir: Jón Purkhús & Elsebeth Viðoy Simonsen.

Mynd 1: Frá vinstru: Ann Kirstin Absalonsen, deknur, Elsebeth Viðoy Simonsen, kirkjuráðsforkvinna, Jóannes Purkhús, sóknarprestur, Paulina Eliasen, listakvinna.
Mynd 2: Messuakulin.
Mynd 3: Altarið í Viðareiðis kirkju.