Nýggjur altardúkur varð vígdur og tikin í nýtslu
Kristi himmalferðardagur, 21. mai 2020 var heilt serstakur dagur fyri kirkjuliðið í Árnafjarðar kirkju, av tí at nýggjur altardúkur varð vígdur og tikin í nýtslu.
Kirkjuráðið í Árnafjarðar kirkju hevur í longri tíð havt ætlanir um at fáa nýggjan altardúk, av tí at tann áliggjandi vegna aldur var nógv slitin.
Tann dúkurin, sum vit hava havt í fleiri ára tíggju, er ein dúkur, ið flestu kvinnur, sum um tað mundið búðu í Árnafirði, tá hann varð gjørdur, høvdu havt sín lut í at tilevna.
Í desembur mánaða 2019 heittu vit á Paulinu Eliasen á Syðradali og spurdu hana, um hon hevði møguleika fyri at gera okkum nýggjan dúk. Tikin varð avgerð um at velja henda, sum er ein av teimum nýggju dúkunum, ið hon hevur tilevnað og broderað. Hann er ein av teimum 8 dúkunum, sum Paulina hevur í bókini, ið er ávegis at koma út.
Dúkurin er broderaður við krossstingum og hardangerseyming. Broderað er við gyltum, hvítum og ymiskum gráum litum. Sostatt hóska litirnir avbera væl til litirnar í sjálvari altartalvuni í Árnafjarða kirkju.
Við atliti til myndevnið er tað eisini sera hóskandi at víga og taka altardúkin í nýtslu, nú tað stundar til hvítusunnuhátíðina.
Dúgvan er ímynd av heilaga andanum, ið kemur á hvítusunnu, og hevur dúgvan, sum kemur av himni, gyltan kross í nevinum. Gylti liturin vísir á gullið, ið aftur ímyndar himmalsku dýrdina. Somuleiðis eru krossar ímillum dúgvurnar. Altarið er klætt við reyðum, sum ímyndar blóð Jesusar, og skínur tað út ígjøgnum broderaðu holini - eisini í krossinum, har Jesus leið deyðan fyri mannaættina.
Kirkjuklokkurnar kallaðu saman til gudstænastu kl. 11.00, og 30 fólk høvdu leitað sær í kirkjuna henda vakra morgunin.
Marjun Lómaklett, prestur, vígdi nýggja altardúkin, deknur var Sigrid Jógvansdóttir, klokkari var Niels Andreasen og urguleikari var Theodor Askham Olsen.
Í kirkjuráðnum eru:
Gunvør Hansen
Sigrid Jógvansdóttir
Poul Eiden Muller
Theodor Askham Olsen
Orð og myndir: Marjun Lómaklett.