Skriva út
Nýggjárskvøða
29.12.2015 Tíðindi
Tað gamla árið rættir hendur sínar frameftir og sigur við tað komandi: Nú verður avloyst, tíðin er runnin, – tímar og dagar, vikur og mánaðir.
Nakrir av landsmonnum okkara líta afturá tað farandi árið við gleði og tøkk. Tað royndist væl í mangar mátar.
Onnur kendu tað farandi árið øðrvísi. Lívið fekk andróður, virknar hendur virkisleysar, sjúka ella annar bági. Hugsa vit um lív og menniskju, so var 2015 eitt dýrt ár. Fleiri landsmenn (m/k) mistu ein av sínum kæru við lívlát og deyða. Vit lýsa djúpa samkenslu í sorg og sakni.
Løtan um midnáttarleitið eitt ársskifti er ein avbjóðing og ein møguleiki. Tíðin kann koma til okkum, um vit steðga á og varnast, at lívið ikki er eitt krav, men ein gáva og uppgáva. Vit kunnu um ársskiftið taka enn eitt stig á leiðini til tess at skapa frið og gleði og geva komandi tíðum innihald og fyllu.
Um vit varnast medmenniskjað og hvønn annan. Um vit geva umhvørvinum gætur og lata tíðina koma til okkum, kann tað henda, at smáar hendingar og løtur – eitt smíl, eitt vinarligt orð ella eitt herðaklapp – verður ríkidømi í 2016.
Ynski øllum Føroya fólki og øllum teim av fremmandi rót, ið búgva ella vitja í Føroyum, eitt gott og av Harranum vælsignað nýggjár!
Takk fyri árið, sum brátt fer um sýnina!
JF
Onnur tíðindi