Skriva út

Nýggjársgudstænastan verður tikin upp í Vesturkirkjuni

17.11.2014 Tíðindi
Nýggjársgudstænastan verður tikin upp í Vesturkirkjuni

Seinnapartin leygardagin bjóðar Kringvarpið, saman við Vesturkirkjuni, til almenna gudstænastu í kirkjuni. Henda gudstænastan skal tá takast upp og sendast á nýggjárinum.

- Vit tosaðu um henda møguleikan fyri okkara gudstænastu um nýggjársleitið. Og tá leiðslan eisini var hugað fyri hesum, avgjørdu vit at hava gudstænastuna nú leygardagin, sigur útvarpskvinnan Armgarð Arge.

Saman við starvsfelagum sínum – Kára Sólstein og Finnur Hansen – samskipar hon hesa gudstænastuna, sum verður merkt av prædiku og nógvum góðum sangi.

Heri Joensen fer at prædika, meðan Kristina Bærentsen, Tórshavnar Kamarkór og Havnar Hornorkestur standa fyri teim tónlistarligu innsløgunum.

SKIFTA MILLUM KIRKJURNAR
Armgarð Arge sigur, at Danmarks Radio í mong ár hevur havt slíkar gudstænastur á skránni í sambandi við ársskiftið.

Her er ein partur av upptøkuni eisini at hoyra klokkurnar í Ráðhúsinum ringja nýggja árið inn, samstundis sum fólk fáa høvið at hugsa aftur á árið sum fór og gleðast um enn eitt nýtt ár, sum liggur fyri framman.

Hesar gudstænastur í danska kringvarpinum verða eisini tiknar upp í góðari tíð frammanundan. Í okkara føri er ætlanin at taka gudstænastuna upp leygardagin, og síðani senda hana á nýggjárinum.

- Enn er ikki avgjørt, júst nær hon verður sett á skrá, upplýsir Armgarð Arge, sum vónar at nógv fólk fara at koma til hesa gudstænastuna.

Gudstænastan og upptøkutólini byrja at taka upp leygardagin klokkan 16.

Í ár verður upptøkan gjørd í Vesturkirkjuni. Men ætlanin er at taka upp í øðrum kirkjum onnur ár.

Orð: Snorri Brend.