Skriva út
Nýggjársgudstænasta í Vesturkirkjuni
18.11.2015 Tíðindi
Nú leygardagin 21. november kl.16 skipar Kringvarp Føroya fyri almennari nýggjársguðstænastu í Vesturkirkjuni. Ein serstøk guðstænasta í tónum og orðum, sum verður tikin upp og send í Sjónvarpinum á nýggjárinum.
Theodor Eli Dam Olsen prestur prædikar. Marius Ziska syngur saman við strúkarum og kórið Tarira syngur tveir sangir. Nakrir felagssálmar verða sjálvsagt eisini sungnir.
-Í fjør royndu vit hetta fyrstu ferð og tað eydnaðist sera væl. Aftur í ár verður
nýggjársguðstænastan í Vesturkirkjuni. Síðsta ár var kirkjan fullsett, tað vóna vit eisini verður nú leygardagin, so vit fáa eina hátíðarliga nýggjársguðstænastu í Sjónvarpinum, sigur Armgarð Arge, ið samskipar guðstænasturnar í Kringvarpinum.
Onnur tíðindi