Nýggj virði
Louis Vuitton taskur, Porsche, Eggið, Burberry – øll kenna vit flestu av hesum nøvnum og vita, hvat tey merkja.
Tá tíðirnar vóru góðar og øll kundu keypa vilt, so var høgt í metum at kunna tosa við og vera før fyri at hava eina Gucci tasku ella eitt Piet Hein borð ella at fara nakrar dagar til 7 stjørnað hotel á Maldivunum ella fáa størri boppur ella stramma upp eygu og búk.
Vit hava havt eina tíð, har vit hava hugt eftir, hvat grannin ella vinfólkini ella bara hvat hini eiga og gera og keypa…størri bil og lekrari køk ella bara onnur vindeygu ella….vit hava virðismett okkum eftir hvørjum øðrum.
Og tað verður man sum kunnugt ikki serliga eydnusamur ella nøgdur av at gera, tí tá ein lutur er keyptur, so má annar keypast..
Hollendskur, sokallaður trendsetari segði um aldarskiftið at nú fóru tað ikki bara at vera tey sokallaðu ríku, sum kundu dusa sær. Nú fóru tey við miðallønum at kunna gera júst tað sama.
Alt slag av lánum var gjørligt at fáa, so nú kundu foreldur gleða tannáringin við eini Gucci tasku, tí nú bar til at lána á frívirði i húsunum, - og tað heilt stóra var at verða limur í eksklusivum felagsskapum, tí tað var prestiga.
Hetta er nú ein farin tíð. Kreppan hevur vent øllum upp og niður.
Fyri skjótt 20 árum síðani, segði rithøvundurin og heimsspekingurin Enzenberger, at framtíðar virði og marglæti ikki fóru at vera ting og lutur, sum vit kundu keypa, men harafturímóti fóru vit at virðismeta hugtøk, sum…..tíð, friður, umhvørvi, nærveru, djúphugsan. Alt slíkt sum ikki kann keypast fyri pening.
Og rætt fekk hann. Í dag er heilt stóra hittið armbond, sum siga frá vitsku, trúgv, nøkrum góðum. Tað eru armbond av øllum hugsandi sniðum og tilfari, men felags er, at ymiskt stendur á teimum, so sum :
”Fyrigev. Takka. Elska. Frælsi. Carpe diem.”
Soleiðis signalerar tú, at tú er ein menniskja, sum ikki er heiladeyður forbrúkari, men hugsar og gáar um og er eitt gott menniskja.
Gamli bilurin verður ikki skiftur út, ístaðin fær maðurin einar gonguskógvar, dýra taskan er horvin ístaðin fært tú eina bók um mindfulness.
Tá øll kunnu keypa alt, ja, so er tað onki serligt longur. Tá missir tað allan status ! Tannáringurin ynskir sær ikki merkjavørur longri og limatalið í fínum felagsskapum dalar – tí hetta er ikki longur nakað serligt ella trendy.
Tað er onki serligt at kunnu keypa sær til ymiskt – størri er at tú vísir øllum at tú hugsar og vil hava eina meining við og í tínum lívi.
Og tað at keypa slíkt armband krevur at tú hevur hugsað og veit, hvat ymsu hugtøkini standa fyri.
Fíggjarliga kreppan hevði ymiskt við sær – nýggj virði hvurva og onnur dagaðu undan. Tað sum var - er ikki longur.
Tíðin, har tú vísti tína fíggjarstøðu við at vísa fram bil, hús og hvat tú vart í ella hvussu flotta fartelefon tú hevði er av….júst nú.
Granskarir siga at kreppur fær fólk at steðga á, anda djúpan, og skippa alla prestigu.
Prestigu hava vit, tá vit hava nógvar pengar. Tá vit hava minni pengar hava vit vastigu. Hetta er orðið fyri prestigu, sum vit hava í fíggjarligari kreppu. Hetta orðið er sett saman av ensku orðunum fyri virði og og prestigu.
Vit leita aftur til tað grunnnleggandi – røturnar – forfedrarnar. Tá tað ridlar, so bakka vit og reflektera. Tað gamla, tað sum hevur eina søga fær vastigu.
Vastiga er esini at fara ein pílagrímaferð, ella fara á mindfulness skeið, ella at fasta og eta økologiskt –alt slíkt, sum tú hugsar um og ikki bara kann keypa og kasta burtur.
Men aftur til armbondini við orðunum og hugtøkunum – hesi armbond eru vorðin sera væl umtókt, Hollywood stjørnurnar og norska prinsessan og sokallaðu vanligu fólkini keypa hesi armbond við júst tí orðinum sum hóskar til mín ella eg gevi tað til gávu til onkran og man hevur hugsað seg væl og leingi um, hvat hóskar best til hann ella hana, sum skal ganga við hesum armbandi.
Men ivaleyst hava hesi armbond stutta livitíð, sum nakað einfalt og bíligt og keypt og givið bert tí, man vil gleða ein annan ella vísa
”eg eri ein sum hugsi um tingini, eg keypi ikki ein heiladeyðan Ittala staka, bara tí tað er eitt merki, men eg hugsi um hvat eg keypi.”
Men tíðir og vanar broytast so sera skjótt…fyrr var prestiga at keypa dýra merkjavøru til vit í dag hava vastigu, har tað er serstakt at keypa gávu, sum vísir á innaru virði og tankar.
Men áðrenn vit vita av, so verður tað prestiga at hava eitt slíkt armband.