Skriva út
Nýggj siðvenja um ársskiftið
13.01.2016 Tíðindi
Frá ungum árum hevur tað verið fastur táttur at vitja kirkjuna gamlaárskvøld. Í mínari tíð sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi var gudstænasta við presti kl. 23,15 ársins seinasta dag.
Í kirkjuligum umhvørvi hava vit mangan umrøtt hesa gudstænastuna ávegis úr tí farandi og inn í tað komandi árið. Mær hóvaði væl hesa løtuna í halgidóminum. At hyggja afturá og líta frameftir í Guðs húsi. Tað segði mær almikið, og tað gjørdi nakað við meg. Ikki minst friðurin, kvirran og møguleikin at hugsavna seg.
Friðurin er møguliga ikki tað rætta orðið, tí nútíðar nýggjárshald tekur ikki atlit at friðinum. Runt um í landinum ljóða harðir brestir og hvøll skot í grannalagnum hjá kirkjuni. Tað er næstan ikki inniverandi. Ja, enntá í dómkirkjuni fyri fáum árum síðani stukku vit leys úr stólinum, so álvarsliga var nýggja árið fagnað á tignarligum og søguríkum staði.
Nú skal hetta ikki skiljast sum knarr, tí aðalmálið er at vísa á, at kirkjuráð og prestar hava endurskoðað og mett um støðuna. Skilagóðar niðurstøður eru funnar, og nógvar kirkjusóknir hava valt at flyta gudstænastuna nakrar tímar til tess at minka um tey darvandi árinini, ið hvøllir brestir hava á gudstænastuna.
Kirkjan hevur eisini í góðum samstarvi við kringvarpið fingið møguleikan at sent eina gudstænastu um midnáttarleitið gamlaárskvøld. Henda gudstænastan er upptikin einaferð í adventini, og verður síðani send nýggjársnátt og nýggjársdag. Ein hjartalig tøkk til Kringvarpið og starvsfólkini, ið hava ábyrgd á økinum.
Mær hóvar væl gomlu siðvenjuna um midnáttarleitið. Men, hjá kirkjuni er tað alt umráðandi, at evangeliið um Jesus Krist verður prædikað inn í okkara samtíð til gleði, frið og hvíld fyri mannasálir.
Einki er líkamikið, men klokkutíðin verður raðfest lægri enn endamálið. Alla ta tíð, ið kirkjunnar tænarar lesa og prædika Guðs orð, er mangt at gleðast um. So hevur fólkið møguleikan at hugsavna seg á heilagum staði onkra løtuna rundan um ársskiftið.
JF
Onnur tíðindi