Skriva út

Nýggj klokka í Nólsoyar kirkju

21.04.2016 Tíðindi
Nýggj klokka í Nólsoyar kirkju

Sunnudagin 24. apríl verður nýggja klokkan í Nólsoyar kirkju tikin í nýtslu. Gamla klokkan frá 1778 varð tikin niður í farnu viku og mánadagin og týsdagin hesari vikuni varð nýggja klokkan hongd upp og er nú klár at kalla til guðstænastu.

Kirkjuráði í Nólsoy heitti á Egon Hansen um at koma við einum uppskoti til innskrift á nýggju klokkuna. Við útgangsstøði í yrkingini hjá Hans Andreasi Djurhuus “Kirkjan á Tanganum” snikkaði Egon hegnisliga hesar reglur saman:
HOYR KIRKJULJÓÐ Á TANGANUM ÚT YVIR BYGD OG VÍK
HANN SYRGIR VIÐ TEIM SYRGJANDI OG GLEÐIR EYDNURÍK
Tað er Olsen Nauen klokkestøberi í Noreg sum hevur stoypt klokkuna.

Sum vanligt er í Nólsoy, tá hátíðarhald er í kirkjuni, verður nógv gjørt burtur úr hendan dagin tá klokkan verður tikin í brúk. Kórini bæði í bygdini fara saman at syngja verk hjá Mendelssohn til guðstænastuna, og Uni Næs dómpróstur fer at prædika. Eftir guðstænastuna verður kirkjufólkið bjóðað til døgurða í Missiónshúsinum.

Orð: LH
Mynd. Jákup av Skarði