Skriva út

Nýggj hugtakandi bíblia til øll børn

13.04.2018 Tíðindi
Nýggj hugtakandi bíblia til øll børn

Barnabíblian er ein myndabók við avmarkaðum teksti og er góðar 500 síðir til støddar. Í bókini eru 96 søgur; 48 úr Gamla Testamenti og 46 úr Nýggja Testamenti.

Aftast í bókini er eisini ein frágreiðing til ávís orð, sum kunna vera trupul at skilja.

Bókin er ætlað yngri børnum, men kann eisini vera áhugaverd hjá eldri børnum, serliga tí at myndirnar eru so fangandi og lýsa væl huglagi í einstøku søgunum á ein hugtakandi og skemtiligan hátt.

Hetta er ein frálík bók hjá foreldrum at lesa saman við smærru børnunum og hjá børnum í skúlaaldri at lesa sjálvi.

Tað er Amy Tausen, sum hevur týtt og forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað útgávuna.

Barnabíblian er at fáa í bókasølum um alt landið og kostar 248,- kr.