Skriva út

Nýggj bók um tveir kirkjufedrar

19.12.2015 Tíðindi
Nýggj bók um tveir kirkjufedrar

“Brævið, ið kom í skeivar hendur” er heiti á bók, sum Martin R. Jacobsen, fyrrverandi sóknarprestur á Nesi, hevur føroyskað.

Í bókini verður greitt frá um sínámillum brævaskifti millum Augustinus og Hieronymus árini 394-419.

Í formælinum sigur Martin R. Jacobsen m.a., at í 2000 var hann á einum patristiskum skeiði í Bergen við serligum atliti at epistelografi ella brævaskriving í fornkirkjuni.

Har fekk hann á fyrsta sinni innlit í forkunnuga brævaskiftið millum tvey av fornkirkjunnar stórmennum: Augustinus og Hieronymus.

Seinni fekk hann ognað sær útgávur av sama brævaskifti, men ikki fyrr enn seinnu árini hava tíð og um­støður givið høvi til neyvari týðing og greining av teimum berandi hugsanum, sum í brævaskiftinum koma til orðanna innan fyri gudfrøði og bíbliutulking – hetta ikki minst at takka beinasemi frá kirkjuligari fyrisiting at veita honum farloyvi til hesa uppgávu.

Við brævaskiftinum fæst livandi innlit í ymiskliga fatan (tulk­ing) av skriftini: ta meiri søgukendu og bókstavatrúgvu tulk­ing Augustinusar og so ta meiri andaligu – allegorisku – tulking Hieronymusar, sum hann hevði tikið við eftir tiltikna grikska gud­frøðingin Origenes – í báðum førum um at røða bíbliutulkingar, ið ikki heldur munnu vera okkum nútíðarmenniskjum heilt ókendar og fremmandar.

Brævaskiftið fekk ringa byrjan, tí fyrsta bræv Augustinusar (ep. 28), sum hann ætlaði Hieronymusi, kom ikki avstað fyrr enn mong ár seinni, meðan næsta bræv hansara (ep. 40) kom avstað, men kom ikki sum ætlað Hieronymusi í hendur. Í staðin kom hetta bræv í skeivar hendur – vit vita ikki hvussu – tað endaði, ið hvussu er í Róm, har Hiero­nymus hevði nógvar fíggindar, ið óivað mundu fegnast, og kundu teir gera sær dælt av hesum brævi í stríðinum og fíggindskapinum við Hierony­mus.

Ikki fyrr enn um 5 ár seinni fær Hieronymus avrit av hesum brævi, sum hann skilur, er ikki bræv, men partur av eini bók, sum Augustinus skal hava skrivað ímóti Hieronymusi og latið senda til Rómar fyri har at stuðla andstøðumenn hansara.

Slík ring byrjan kom sjálvandi at merkja brævaskiftið, har ein kann gruna nakrar av teimum kenslum, ið bilgjast brævskrivarunum í barmi: vreiði, illgruni og beiskleiki, men eisini tann gleði, frímóð, sátt og semja, sum einki varandi brævaskifti kann verða heilt fyri uttan. Sum eisini kom at eyðkenna hetta brævaskiftið, ið kom at vara í samfull 25 ár og tað millum fjarskotnar býir og landspartar: Hippo Regius í Norðurafrika, har Augustinus búði, og Betlehem í Júdea, har Hieronymus búði. Eisini verður hildið fyri aftan øll orð bera kensl á tvær sera ymislittar persónmenskur: tann meiri bráðsinta Hieronymus og so tann sáttarkenda og rúmskygda Augustinus biskup.

Ikki minst fáa vit nútíðarmenniskju í hesum brævaskifti inn­lit í eina tíð við, eftir okkara tykki, alstórum samskiftistrupulleikum, har brøv kundu hava fleiri ár um at koma vegin fram.

Martin R. Jacobsen hevur sum nevnt omanfyri stóran áhuga í søguni hjá fornkirkjuni. Hann hevur eisini týtt bókina “Ápostolsku fedrarnir”, sum kom út í 2005.

Grunnurin Føroyskt Kirkjumál hevur givið báðar bøkurnar út.

“Brævið, ið kom í skeivar hendur” fæst í bókabúðunum og kostar kr. 198,-