Nýggj bók: Altardúkar – átta nýggj mynstur
Fyri jól kom bókin ”Altardúkar – átta nýggj mynstur”, eftir Paulinu M. K. Eliasen, handarbeiðslærara.
Í bókin eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar: fýra eru broderaðir, ein er heklaður, ein er bundin og tveir eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).
Í fororðinum sigur rithøvundurin m.a.: “Eg havi í mong ár arbeitt við kirkjuklæðum og havi roynt at funnið nýggj mynstur og ymsar arbeiðshættir, tá ið eg geri altardúkar, ella tá ið eg leggi øðrum lag á í teirra arbeiði at gera ein altardúk.”
Bókin er 49 bls. og kostar kr. 150,- og fæst í bókabúðunum kring landið.
Myndirnar í bókini hevur Jens Kristan Vang tikið.
Føroyski teksturin í bókini er eisini í danskari og enskari týðing.
Útgevari er Føroyskt Kirkjumál.
Tekstur: UN
Mynd: Fotostudio