Skriva út
Nýggj Bíbliulesiætlan
29.11.2018 Tíðindi
Nú er nýggja bíbliulesiætlanin fyri 2018/19 komin. Hon verður send runt
landið til allar kirkjur og fleiri fríkirkjur og samkomur. Bíbliulesiætlanin byrjar
fyrsta sunnudag í advent, sum er nú sunnudagin.
Hví brúka bíbliulesiætlan?
Dagliga kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni, men við eini bíbliulesiætlan,
kann tað falla lættari. Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til
hvønn dag í árinum. Endamálið er at geva fólki amboð til skipaðan lestur av
bíbliuni.
Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?
Tað stendur øllum frítt at lesa sum teimum dáma og rúm er fyri øllum. Summi
lesa einsamøll, onnur saman. Summi frá byrjan til enda, onnur í brotum. Í øllum
førum kann bíbliulestur vera ein kelda til íblástur í tungum sum góðum døgum.
Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska
Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: gunnar(at)biblia.fo
Onnur tíðindi