Skriva út

Nýggj Bíblia ávegis!

27.08.2019 Tíðindi
2.jpg (1)

Arbeiði at geva fyrstu føroysku bíbliuna í meira enn 60 ár út, er nú komið væl áleiðis. Umboð fyri Føroyamálsdeildina hjá Fróðskaparsetrinum handaðu fríggjadagin Føroyska Bíbliufelagnum Nýggja testamenti, sum Hans Jacob Joensen frv. biskupur, hevur umsett úr grundmálunum.

Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Setrinum, sum hava lisið ígjøgnum og gjørt viðmerkingar, handaðu umboðum fyri Føroyska Bíbliufelagnum, skjølini fríggjadagin í kirkjuni á Argjum.

Á myndini eru frá vinstru: Marius Staksberg og Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildin. Jóngerð Mikkelsen forlagsleiðari, Bergur D. Joensen formaður, Gunnar K. Nattestad aðalskrivari og Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður í Føroyska Bíbliufelagnum.
 
Ætlanin er at geva nýggju Bíbliuna út um 2-3 ár.

Meiri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.

www.biblia.fo