Skriva út

Nýggj Bíblia á veg

21.11.2020 Tíðindi
Bíbli.jpg

Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum.

Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni.

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna, og í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.

Hans Jacob Joensen ynskti ikki at týða sálmarnar í Gamla Testamenti av nýggjum. Bíbliufelagið tók í samráð við Hans Jacob avger um, at annar persónur var funnin til hesa uppgávuna.
 
David Johannesen, fyrrverandi sóknarprestur í Vága prestagjaldi, gjørdi Bíbliufelagnum tann beina at umseta sálmarnar í Gamla Testamenti úr frummálinum til føroyskt. Talan er sostatt um eina nýggja umseting, har allar bøkurnar í Bíbliuni eru umsettar av nýggjum.

Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á stuðli frá tykkum øllum. Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.

Stuðul kann latast á konto í BankNordik: 6460 - 382.873.7

HJARTANS TØKK FYRI STUÐULIN!