Skriva út
Nýggj Altarbók til seinnu tekstarøð
29.11.2013 Tíðindi
Komandi sunnudag er fyrsti sunnudagur í advent, og eitt nýtt kirkjuár byrjar. Í farandi kirkjuári hava vit roynt eina royndarútgávu av Altarbókini til fyrru tekstarøð.
Í dag kemur so royndarútgávan av Altarbókini til seinnu tesktarøð. Dómprósturin hevur kallað prestarnar til fundar, har teir fáa nøkur eintøk til kirkjuráðsformannin og deknarnar. Í komandi viku verður so útbreiðslan skipað, so kirkjuráðslimir og onnur áhuga kunnu keypa sær eitt eintak av bókini.
Annars er ætlanin, at eisini hendan útgávan kann liggja teldutøk á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni www.folkakirkjan.fo.
Vit fegnast um, at hetta arbeiðið hevur gingið væl, og at Altarbókin kemur út til kirkjuársbyrjan.
Tvær nevndir hava arbeitt við altarbókunum, og staðfest verður, at her er eitt væla verk lagt úr hondum, ið á søguligum og kirkjusøguligum støði er nýskapandi.
Biskupur takkar Grunninum Føroyskum Kirkjumáli fyri at hava staðið fyri og samskipað útgávuna av báðum altarbókunum.
Keyp og avgreiðsla av Altarbókini er á skrivstovuni hjá dómpróstinum, telefon 312436.
JF
Onnur tíðindi